Áhugaverdir landsfundir í vikuskiftinum, tað má ásannast. Næstformansval var bæði í Sambandsflokkinum og í Tjóðveldisflokinum, og valini geva ivaleyst eina ábending um, hvørja politiska kós flokkarnir fara at halda í næstu framtíð t.v.s hetta til valið tann 19. januar 2008. Valið av Johan Dahl kann merkja, at floksformaðurin Kaj Leo Johannesen er komin styrktur burtur úr landsfundinum. Johan Dahl stendur formanninum ideologisk nær og valið er tí enn ein smeitur fyri tey moralkonservativu í Sambandsflokkinum. Spurningurin er, hvussu nógv hesi tola afturat, áðrenn tey gera sum ein júst fráfarin næstformaður í Tjóðveldisflokkinum. Fyri samgonguna kann valið av Johan Dahl fáa tann týdning, at Sambandsflokkurin verður ikki so viðeiriligur hjá løgmanni at fara við, sum hann hevur verið. Johan hevur enn ikki sagt takk fyri seinast við løgmann, og einaferð skal tað verða, so mikið er vist. Løgmaður er helst noyddur at stíga varliga mótvegis Sambandsflokkinum.
Tórbjørn Jacobsen varð uttan mótvalevni valdur til næstformann í Tjóðveldisflokkinum. Eingin kvinna ella nakar annar úr formansins innarkringi stillaði upp. Nýggi næstformaðurin verður valla roknaður til tann útvalda skara, ið stendur floksformanninum næst ella! Hvat merkir hetta? Valdstríð, klandur ella at allar stríðsøksir eru jarðaðar? Sambandið millum Høgna og Tobba hevur í hvussu er úteftir ikki júst verið hitt mest idylliska í føroyskum politikki. Til tess at kyrra teir misnøgdu menninar og varðveita húsfriðin má floksformaðurin stuðla Pálli, sum beyð seg fram sum formansevni í tingbólkinum. Hetta fer neyvan at falla í góða jørð hjá kvinnunum. Sostatt fær floksformaðurin nóg mikið at gera við at savna fylgið, nú val er i durunum.
Sambært fundarsamtykt Tjóðveldisfloksins gjørd um vikuskiftið, verða aðalmálini í valstríðnum loysing, útbúgving, mentan, gransking, javnstøðumál, almannamál og einskiljingin. Yvirlýsingin er stutt og sera greið og við henni hevur flokkurin flutt seg eitt fitt stig aftur til vinstru. So er spurningurin, um flokkinum hepnast at fáa aðrar við sær. Tað framgongur av samtyktini, at Tjóðveldisflokkurin er troyttur av andstøðuleiklutinum, og at flokkurin vil aftur í landsins leiðslu. Nevnt verður, at Føroyar hava ikki ráð til 4 ár afturat, har ríkisrættarliga støðan forðar okkum í at virka á jøvnum politiskum og vinnuligum føti í einum altsamt meira altjóðagjørdum heimi. Valið í januar 2008 verður ómetaliga spennandi. Fáa vit nýggja samgongu, ella heldur verandi samgonga fram. Tað er spurningurin, men enn er alt ov tíðliga at spáa um nakað svar.
Sosialurin