Fiskivinna
Fleiri djupvatnstrolarar, sum fiska kongafisk og upsa, hava selt uttanlands, síðan verkfallið byrjaði. Orsøkin er, at skipini fáa ikki tann prís í Føroyum, nú verkfall er, sum tey annars plaga at fáa, tá ið alt er sum vanligt. Ein stórur partur av veiðini hjá djúpvatnstrolarunum fer vanliga av landinum sum fesk fløk, men hetta er meira at kalla ómøguligt, nú verkfall er, og fiskurin ikki fæst til Norrønu, sum siglir av Havnini.
Arbeiða bara fryst
Fiskavirking á Tvøroyri er høvuðskeypari av kongafiski, og nú møguleikarnir at flyta fiskin feskan av landinum eru nógv skerdir, hevur virkið lagt seg eftir bara at arbeiða frystan fisk. Hetta merkir, at virkið gevur 3-4 krónur minni fyri ráfiskin enn vanligt, og tað meta reiðaríini ikki vera nóg mikið. Tí hava fleiri djúpvatnstrolarar, sum fiska kongafisk og upsa, verið uttanlands við veiðini. Skipini, sum talan er um, eru eitt nú Suðringur, Rankin, Brestir og hvalbiartrolararnir, Steintór og Niels Pauli. Men sum skilst, hava sølurnar uttanlands heldur ikki eydnast serliga væl, tí marknaðurin í eitt nú Týsklandi er lutfalsliga lítil og tolir ikki, at ov nógvur fiskur kemur í senn.
Martin Hentze, góðskuleiðari á Fiskavirking á Tvøroyri, sigur, at hetta er ein óheppin støða, bæði fyri virkið og skipini.
- Okkara besti útflutningsmøguleiki er Norrøna, men hon liggur í Havn, og ikki ber til at flyta fiskin norður um fjørðin. Annars kemur skipafelagsbátur, Lómur ella Blikur, higar hvørt hóskvøld, men tað er ikki vist, at hetta passar við landingarnar hjá trolarunum. Tí hava vit avgjørt ikki at arbeiða fekst, nú avskipingarmøguleikarnir eru so avmarkaðir.
Góðskuleiðarin sigur, at tá ið feskur fiskur verður sendur av landinum við Norrønu,
kunnu tey arbeiða ein dag longri, enn tá ið fiskurin fer við Skipafelagnum.
- Men undir vanligum umstøðum brúka vit sjálvandi báðar møguleikarnar, sigur
hann.
Vesturvarði á Tvøroyri
Mánadagin var Vesturvarði á Tvøroyri við umleið 140.000 pundum, meginparturin upsi.
Martin sigur, at upsin er smáur ? tað mesta eru 4?arar, so tað tekur langa tíð at fáa hann ígjøgnum maskinurnar.
- Nakað av útróðrarfiski kemur eisini uppá land, og her hava vit ta avtalu við Delta
Seafood, at vit taka tann smáa fiskin, meðan Delta tekur tann størra fiskin til saltingar. Hetta samstarv roynist óføra væl, sigur hann.
Martin Hentze sigur annars, at nógvir bátar eru á útróðri, tá ið líkindi eru til tess, men fiskiskapurin er nógv slakari nú, enn hann var, tá ið hann var bestur í vár.