hevur verið in leingi. Nú eru vit so við at byggja nakað upp, fyrst og fremst vitan, sum so eisini kann vera neyðugi ígongdsetarin fyri teir, sum vilja seta pengar í hetta. Nú hoyra vit, at føroyingar vilja [...] kjøt og blóð. LØGIÐ at hugsa sær, at vit føroyingar skulu leita langt burtur í fjarskotin høv at fiska uttan at vit geva okkum far um allar teir møguleikar, sum eru her heima hjá okkum sjálvum. Hetta er [...] verður gott, soleiðis at vit kunnu fáa okkurt ítøkiligt burtur úr. Í løtuni er talan um royndarveiðu, sum japanarar einki gjalda fyri. Vit sleppa at hava observatørar umborð og vit hava atgongd til allar
í mentamálum síggja vit nógvar smærri játtanir til ymiskt á mentanarøkinum. Hvat hesar íløgur fara at kosta, tá avtornar vita vit ikki, men nakað verður tað so tilsamans, sum vit ikki kenna avleiðingarnar [...] í mentamálum síggja vit nógvar smærri játtanir til ymiskt á mentanarøkinum. Hvat hesar íløgur fara at kosta, tá avtornar vita vit ikki, men nakað verður tað so tilsamans, sum vit ikki kenna avleiðingarnar [...] fíggjarlógini. MEN nú skal løgmaður kanna, um avtalurnar við danir loyva okkum at stuðla eini bygd ella býi at byggja eina havn. ER tað ikki løgmaður, sum hevur tvíhildið um, at vit hava fingið heimastýrið
skandala fyri land okkara. AT hugsa sær, at vit í Fuglafirði eiga eitt virki og dugnalig fólk, sum nú í meira enn 30 ár hava arbeitt pelagiskan fisk og sum nú í longri tíð hava ynskt at útbyggja møguleikarnar [...] Vit hava brúkt nógv pláss í blaðnum og á hesum stað uppá ætlaða tilfeingisdepilin í Fuglafirði. Hetta tí at vit halda, at væntandi støðutakanin og áhugin hjá sitandi landsstýri fyri hesum stórmáli, er [...] sami maður í Tinganesi antin setir fót fyril málinum ella letur tað sleppa at sovna! NÚ er nokk tosað og skrivað. Nú má og skal nakað henda. Landsstýrið hevur at fáa málið í fíggjarnevndina við tað sama
tykist gloyma, at hann er tænari Tingsins. TAKA vit samráðingarnar við donsku stjórnina, so hevur alla tíðina ligið á ljóðið, at hesar skulu verða í heyst. Nú sigur løgmaður, at samráðingarnar skuldu bara [...] sum heldur, at vit kundu ikki havt betri løgmann. Tað sama siga heili 7 prosent av føroysku veljarunum. Alt hetta merkir, at dagarnir hjá Edmundi Joensen sum politiskur leiðari helst eru taldir, tí hann [...] NÚ sansar av álvara at hjá Edmundi Joensen, løgmanni. Atfinningarnar koma frá vinstru og høgru - frá egnum partamonnum og frá samgongufeløgum. NEYVAN nakrantíð áður hava atfinningarnar móti einum politiskum
hetta bara bikarið at flóta yvir. Og tá vit so haraftat taka tað, sum aðrir sambandsmenn hava sagt um sín egna formann og løgmann hesar seinastu dagarnar, eitt nú varaløgmann Eilif Samuelsen í Sjóvarpi [...] rætt ella ikki, tá teir leggja eftir sínum egna formanni og løgmanni skulu vit lata onnur at døma um í hesum umfarinum. Men vit halda bert, at ein flokkur, sum hevur bjóðað seg fram til at stjórna landinum [...] stríði í sambandsflokkinum LAT okkum nú ímynda okkum, at tað er ikki løgmaður, sum er syndarin í nógvum av tí, ið hann fær skyldina fyri. Lat okkum siga, at tað eru tey fólk, sum hava valt løgmann, ið hava
Og er tað so, at vit við teimum avtalum, sum eru gjørdar við danir, forða eitt nú kommunum og lokalsamfelagnum at seta pengar í vinnulív, so má hetta broytast. Søgan endurtekur seg. Vit síggja, hvussu avtalan [...] og her serstakliga miðvingar eru í sera ringum skørum í hesum døgum. Og tað hava teir alla grund til. Fyrst gitingarnar og nú boðini um, at virkið í Miðvági skal lata, eru einki minni enn ein vanlukka [...] hava virkið í Miðvági gangandi. Tað er rætt og slætt ikki økonomiur í tí meira. Hetta er tað vit frætta, men vit frætta so eisini, at júst virkið í Miðvági hevur koyrt væl. Gott hevði tí verið at fingið meira
okkara tykki eigur eitt nú landssjúkrahúsið at hava hægsta prioritet. Heldur enn flytingar eigur sjúkrahúsið at verða bygt út. VIT halda, at Tórsvøllur eigur at gerast. Tí halda vit tað vera burturvið, tá [...] skulu venja seg til nýggju stýrisskipanina. Men hetta er so eingin undanførsla. Tí nøkur viðurskifti eru so grundleggjandi í landsstýrisarbeiðinum og ikki minst í smíðanini av einum fíggjarlógaruppskoti, [...] hvør í sínum lag brigda hvønn annan fyri ikki at hava røkt sítt arbeiði til lítar. EFTIR okkara tykki eru úttalilsini hjá landsstýrismonnunum móti hvørjum øðrum so avdúkandi, at tað einasta rætta var, at samgongan
lítið um nýggja ættarliðið av fólkafloksmonnum. TAÐ eru helst tey, sum spyrja, hví vit hava so ilt av tí, sum kemur av munni Breckmans! Og til tað kunnu vit bert endurtaka, at tað í okkara verð er ófatiligt [...] samfelagnum, sum fáa ein ella annan stuðul og styrk frá tí almenna. Nú kann onkur siga, at tað er ov erkvisið ikki at tola slíkan málburð, tí orð eru bara orð. Hetta er bara ikki so. Nettup orð kunnu hava ómetaliga [...] føroyingum meira skaða enn gagn tey mongu ár hann hevur umboðið føroyingar á fólkatingi. Vit síggja tað hvørja ferð Føroyar eru til umrøðu á fólkatingi. Eingin tekur mannin fyri fult - mannin, sum føroyingar hava
politikarar skulu taka í næstum. Øðrumegin kunnu vit ikki seinka eini náttúrligari gongd - hinumegin mugu vit heldur ikki skunda okkum so nógv, at vit leypa framav. [...] seg vita, at føroyingar eru noyddir at skunda undir eina loysn, so tað slepst í gongd við leiting á føroyskum øki. Tú kanst so eisini velja at síggja hetta á tann hátt, at tað eru bretar, sum hava mest skund [...] eina semju við føroyingar sum líkist henni við norðmenn á sinni. Hvat nú um tað vísir seg, at tær stóru oljugoymslurnar - um tær eru til um hesar leiðir - liggja beint vestan fyri tí miðlinju, sum í dag
nakra ávirkan á støðuna her í Føroyum ella á viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. VIT teljast millum teirra, sum eru stak ónøgd við politikkin, sum danska stjórnin hevur rikið mótvegis Føroyum, og tað [...] til Føroyar og Grønland, soleingi hesi oyggjasamfeløgini eru partur av ríkinum. TEIR borgarligu í Føroyum fara skeivir, um teir hugsa, at bara vit fáa Nyrup vekk, og eina borgarliga stjórn ístaðin, so verður [...] javnaðarmenn skilja og eru fullgreiðir yvir, at tann stívrenda og kalliga støðan, sum leiðslan í flokkinum hevur víst føroyingum í 90-unum, hevur bert givið bakslag. Og kann nú loksins vera tann boomerangin