TAÐ mundi vera heldur sjáldsom sjón, ið møtti fiskimálaráðharranum og annars landsins stýri øllum, tá farið varð til arbeiðis tíðliga mánamorgunin. Úti á Molanum lógu tvey hvít skip. Søgan aftan fyri hesi skip er bæði spennandi og áhugaverd og eiga vit øll at geva henni gætur - tí hon er ein ljósglotti í myrkurinum. Talan er um tvey japonsk tunfiskaskip, sum nú í eina tíð hava verið á royndarveiðu undir Føroyum.
FØROYINGAR hava við jøvnum millumbili tosað um tunfisk - um tað nú var nakað fyri okkum og um hetta fiskaslag man vera at fáa um okkara leiðir. Meira enn prát er tað so ikki vorðið. Nú sær tað ikki mætari út enn, at fremmandir gestir úr Japan, hinumegin knøttin, skulu geva práti og tosi okkara bæði kjøt og blóð.
LØGIÐ at hugsa sær, at vit føroyingar skulu leita langt burtur í fjarskotin høv at fiska uttan at vit geva okkum far um allar teir møguleikar, sum eru her heima hjá okkum sjálvum. Hetta er so ikki nakað nýtt. Tí soleiðis hava vit altíð gjørt, og kanska gott tað sama. Tí tvingaðu vit okkum ikki til at leita burtur á mið- og fjarleiðir, so hevði mangan verið svangligt her. Hesin fiskiskapurin hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri okkum.
MEN hvussu ber tað so til, at vit ?gloyma? at hyggja kring okkum sjálvi! Hvussu ber tað til, at aðrir skulu koma úr fjarskotnum londum til Føroya og siga okkum, at her er fiskur, ið vit annars sjálvir kundu havt fiskað! Tað nyttar ikki bara klaga um tað, sum er farið. Latið okkum hyggja frameftir, bretta upp um armar og ja hví ikki saman við japanarum finna fram til, hvussu vit kunnu koma uppí hesa veiðu. Fiskirannsóknarstovan gjørdi eftir okkara tykki rætt, tá hon í útvarpinum í gjár beyð føroyingum umborð á japonsku skipini at síggja hesa fyri okkum fremmandu verð, sum tó átti at verið so sjálvsøgd, nú tunfiskurin svimum á okkara øki ein part av árinum.
TAÐ hava verið gjørdar onkrar royndir við tunfiskaskipum her áður, men tað hevur ikki eydnast. Kanska tí at vit hava ikki tosað við teir røttu fakmenninar í øðrum londum, har henda veiða hevur verið in leingi. Nú eru vit so við at byggja nakað upp, fyrst og fremst vitan, sum so eisini kann vera neyðugi ígongdsetarin fyri teir, sum vilja seta pengar í hetta. Nú hoyra vit, at føroyingar vilja ikki seta pengar í nakað sum helst, tí eingi lønandi projekt eru. Kanska tunfiskaveiða er nakað, sum nakrir av okkum skulu til at hugsa um. Tað syndarliga er bert, at tann so stolti frystulínibátafloti, ið vit bygdu í Noregi fyri nøkrum árum síðani, er allur gloppin okkum av hondum aftur.Tað skal vera vón okkara, at samstarvið millum Fiskirannsóknarstovuna og japonsku skipini verður gott, soleiðis at vit kunnu fáa okkurt ítøkiligt burtur úr. Í løtuni er talan um royndarveiðu, sum japanarar einki gjalda fyri. Vit sleppa at hava observatørar umborð og vit hava atgongd til allar upplýsingar um veiðu, framleiðsluhátt osfr. Vónandi er tað við í strategiini hjá landsins myndugleikum, at japanar eftir eina tíð skulu til at gjalda lisens fyri at veiða her.
EFTIR tí sum vit hava fingið upplýst, so hava teir báðir bátarnir fiskað fyri einar 40 mill. kr. í umleið hálvan annan mánað. Hetta má sigast at vera framúr gott. Hetta kann vónandi fáa onkran her heima at rakna við, men tað má ikki enda sum í Hemaraævintýrinum á sinni, tá hvør maður skuldi leggja um til hemaraveiðu og einki kom burtur úr. Latið okkum arbeiða miðvíst við hesum og vita um vit ikki til komandi ár kunnu vera við sjálvir. Royndarveiðan hjá japanarum hevur longu avdúkað nógv áhugavert eitt nú at sesongin á føroyskum øki er nógv longuri enn hildið ja frá august til november. Vónandi kunnu hesi bæð hvítu skipini við Molan í Havn geva boð um ljósari tíðir fyri fiskivinnuna. At tað liggja ikki færri enn 120 japonsk og taiwanesisk skip beint uttan fyri fiskimark okkara jú í hesi tíð sigur heldur ikki so lítið. Tey japonsku skipini, sum vit hava gjørt avtalu við, eru so sloppin at royna í okkara sjógvi. Tey fáa nógv burtur úr, gævi at vit kunnu brúka hetta til nakað skilagott.