LØGMAÐUR segði so faðirliga, at høvdu landsstýrismenn trupulleikar, so kundu teir koma til hansara. Men átti hetta ikki at verið løgmansins uppgáva, uttan at landsstýrismenn skuldu verið noyddir at koma til hansara at biðja um hjálp.
Á ØKINUM hjá landsstýrismanninum í mentamálum síggja vit nógvar smærri játtanir til ymiskt á mentanarøkinum. Hvat hesar íløgur fara at kosta, tá avtornar vita vit ikki, men nakað verður tað so tilsamans, sum vit ikki kenna avleiðingarnar av.
MEN sami landsstýrismaður umsitur eisini samferðslumál, og ikki kann sigast annað, enn á hesum øki eru bæði háfloygd hugskot um undirsjóvartunnlar, samstundis sum tað er ásannað ferð eftir ferð, at neyðugt er at endurnýggja strandferðsluflotan.
MEN ikki eitt nevnivert oyra er sett á fíggjarlógaruppskotið til strandfaraskip, hóast tað er greitt, at Tróndur ikki kann sigla leingi afturat.
GÓÐ tilrættalegging, løgmaður?
EISINI umsitur sami landsstýrismaður havnirnar, sum øll, sum fylgja við, hava hoyrt, at Fuglafjarðar býráð næstan fekk játtað, at sildabýurin skuldi fáa stuðul til at økja havnaplássið. Hetta er ikki nakað ørvitisuppskot. Ei heldur nakað marglætisuppskot. Men ikki eitt oyra á fíggjarlógini.
MEN nú skal løgmaður kanna, um avtalurnar við danir loyva okkum at stuðla eini bygd ella býi at byggja eina havn.
ER tað ikki løgmaður, sum hevur tvíhildið um, at vit hava fingið heimastýrið aftur?
ÁLVARATOS, er tað nakað, vit hava brúk fyri, so er tað vinnuligt virksemi. Og her er ein verkætlan í Fuglafirði, sum ikki kann bíða, og tí hevur landsstýrið at bera skjótt at í hesum máli.
LANDSSTÝRIÐ hevur borið skjótt at, tá tað hevur snúð seg um at bróta niður ? t.d. Skotlandssiglingina ? men higartil hevur gingið striltið, tá tað hevur snúð seg um at byggja upp og økja vinnuliga virksemið. Men tað hevur verið rættiliga eyðkent fyri okkara gamla liberala sambandsflokk.