Tosa um fólkatingsval í ótíð

.

TAÐ er okkurt ella kanska heldur mangt, sum bendir á, at tað verður fólkatingsval í ótíð.


OG tað er heldur ikki so óvanligt, at tað verður skrivað út nýval í Danmark, áðrenn eitt skeið er fullrunnið.


SÍÐANI Nyrup-stjórnin gjørdi vart við, at hon fór at leggja uppskot fram, sum skulu skerja nýtsluna, hevur verið gitt, at tað møguliga fór at verða útskrivað nýval.


EFTIR úttalilsum frá andstøðuni um komandi fíggjarlógaruppskot við teimum ætlaðu skerjingunum, verður nú roknað við fyri vist, at tað verður nýval.


HETTA kann so gerast veruleiki longu í november í ár tvs. knapt eitt ár, áðrenn skeiðið er útrunnið.


HVUSSU ein komandi stjórn fer at síggja út í Danmark eftir eitt nýval er sjálvandi ilt at meta um. Men sjálvandi er møguleiki fyri, at verandi minnilutastjórn heldur fram. Tó er eisini møguleiki fyri, at ?miðflokkaeffektin? frá Noregi ger um seg. Tvs. at flokkar í miðjuni og til høgru skipa eina minnilutastjórn. Men fyri at hetta skal lata seg gera, so mugu teir Radikalu slíta við javnaðarflokkin. Og tað er hetta, sum ilt er at meta um.


TAÐ vilja altíð vera ymsar metingar um, hvørvítt eitt fólkatingsval hevur nakra ávirkan á støðuna her í Føroyum ella á viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.


VIT teljast millum teirra, sum eru stak ónøgd við politikkin, sum danska stjórnin hevur rikið mótvegis Føroyum, og tað er okkara hugsan, at Nyrup hevur ikki roynst nakar Føroyavinur. Avgerðin ikki at taka av innbjóðing at vitja her og tøgn Nyrups um somu innbjóðing síðani er ikki við til at økja um álitið á danska forsætisráðharran. At Nyrup gjørdi av at avlýsa vitjanina á sinni er so eitt. Men var hann ein maður, so hevði hann síðani tað havt tikið stig til at koma til Føroyar fyri á tann hátt at tosa út um tingini.


HVØR enn situr við valdið í Danmark, so eigur viðkomandi at royna at hava góð viðurskifti til Føroyar og Grønland, soleingi hesi oyggjasamfeløgini eru partur av ríkinum.


TEIR borgarligu í Føroyum fara skeivir, um teir hugsa, at bara vit fáa Nyrup vekk, og eina borgarliga stjórn ístaðin, so verður støðan ein onnur. Uffe Ellemann hevur verið júst líka so stívrendur móti Føroyum í sínum úttalilsum sum aðrir, so her er einki gott í væntu. Tað vit seta okkara álit til er, at aðrir politikarar í danska javnaðarflokkinum so sum fólkatingsins formaður Erling Olsen, fáa størri vald í flokkinum. Við slíkum monnum á odda í flokkinum hevði borið til at bøtt um tað, sum er niðurbrotið av núverandi leiðsluni í flokkinum. Erling Olsen og aðrir danskir javnaðarmenn skilja og eru fullgreiðir yvir, at tann stívrenda og kalliga støðan, sum leiðslan í flokkinum hevur víst føroyingum í 90-unum, hevur bert givið bakslag. Og kann nú loksins vera tann boomerangin, sum fær stjórnina at falla.


VIT seta tí við eitt komandi val okkara álit á tær framskygdu og skilagóðu kreftir í danska javnaðarflokkinum, sum kunnu vera við til at venda skeivu gongdini umframt teir politikarar í øðrum flokkum, sum - ikki fyri sína egnu politisku skyld - men tí tað tænir viðurskiftunum millum londini bæði - vilja handfara føroyingar á ein meira sømiligan hátt enn leiðslan í javnaðarflokkinum. Ein føroyskur javnaðarmaður á danatingi vil so eisini vera ein garantur fyri, at trýst verður lagdur á floksfelagarnar har.


TAÐ tænir ongum endamáli at kappa á stokkinum, tí vit hava við eina politiska leiðslu at gera, sum ikki vil síggja veruleikan í eyguni. Vit mugu aftur og aftur brúka okkara kreftir og góð fólk í Danmark til at sannføra eina komandi leiðslu á Christiansborg um, hvat tænir framtíðar samstarvinum millum Føroyar og Danmark best. Komandi tíð verður avgerandi.