til fleiri føroysk arbeiðspláss. Teir mala í Føroyum og fara aftur í lands- og kommunukassar, heldur enn í Statskassan og danskar kommunir. Verða kurstøðini í topklassa, er kanska ikki heilt ómøguligt, [...] At hon er í andsøgn, tí hon nevnir ávísar bólkar, men ikki allar. Og tað ber illa til. Øll kunnu í grundregluni verða fyri mismuni ella happað. Greinin skal sjálvandi vera, men hon átti ikki at nevnt ávísar [...] nevnd. Og nýggj kunnu koma afturat við líka góðum ella vánaligum rætti. Og verri er, at nøkur í veruleikanum hava í kvittanum, at nýta hetta sum lopfjøl til komandi krøv, og sum greinin ikki er ætla til, herundir
Bert aftasta røð í teirri talmerktu stólarúgvuni í konserthøllini í Norðurlandahúsinum var tóm, tá lív kom í trummurnar, kontrabassin og el-guitaran, sum stóðu á pallgólvinum. Bæði Eivør og Teitur, sum [...] Thomsen er nýggjur í høpinum. Og hóast tað onkuntíð hoyrdist, at Leivur var tann »nýggi« í bólkinum, so megnaði hann væl ta nokkso krevjandi uppgávuna, sum tað er at koma inn í júst hetta høpið. Eivør [...] Thomsen og Brandur Jacobsen hvør í sínum lagi sluppu at folda seg út á ljóðførum sínum við langum solospæli, har teir góvu nakrar lekrar bitar frá sær. Jazzurin livir í Teiti Eftir ein steðg kom Teitur
TB er sum sagt á odda í deildini, nú bert eitt umfar er eftir at leika, men enn munnu tvøráfólk langt ífrá kenna seg trygg í uppflytanini. Seinasti dysturin á skránni (fyribils í øllum førum) er suðuri [...] alla tíðina hava sagt, at málið er vinna seg upp aftur í bestu fótbóltsdeildina, so hevur tað sjáldan bent tann vegin, at hetta tos skuldi hava hald í veruleikanum. TB hevur stóran part av árinum havt sera [...] sera óstøðug úrslit, og ikki minst eftir avsmurningin í Fuglafirði varð roknað við, at nú vóru tvørámenn lidnir. Mál í fyrsta álopinum Stórtapið fyri ÍF tóktist tó á ongan hátt at taka mótið frá TB. Heldur
koyrt verður í Vágatunlinum, er ein eldsløkkjari festur á tunnilsveggin. Hvørja ferð ein teirra verður lyftur upp av heftinum, fer fráboðan til alarmcentralin, har boðað verður frá, júst hvar í tunlinum, [...] stjórin í Vágatunlinum. Tað er ikki videoeftirlit inni í tunlinum, sigur Dávur Reinert Hansen, men við báðar tunlarnar aftur ímóti. Soleiðis ber altíð til at vita, hvør og hvussu nógvir bilar eru inni í tunlinum [...] Tunnilstrygd Trygdin í Vágatunlinum verður nógv betri, enn hon er í nøkrum øðrum føroyskum tunli. Rímiliga stutt verður millum neyðtelefonirnar, og styttri millum eldsløkkjararnar. Fyri hvørjar 250 metrar
borast í vetur. Felagið ætlar so eisini at fara undir enn eina boring í næsta ár. Hon liggur tætt uppat Agiplisensinum á landgrunninum. Andy Clitharoe, sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum í sambandi [...] av teimum mest áhugaverdu loyvunum í 19. útbjóðing í bretskum øki tætt upp at føroyska markinum. Felagið søkti eisini um loyvi á føroyska landgrunninum men mátti lúta í tí hørðu kappingini um loyvini. Andy [...] Skulu vit ganga eftir metingunum og raðfestingini hjá einum av teimum stóru oljufeløgunum í heiminum, tí júst samanlagda ChevronTexaco, so kann Atlantsmótið og harvið eisini føroyski landgrunnurin goyma
jugoslavanum í føroysku landskappingini fekk sostatt ein bráðan enda. Nú B36 hevði yvirvág í manntali, gav hetta eisini útiliðnum yvirvág í spælinum, tí VB mátti flyta ein áleypara aftur í verjuna. Predrag [...] takkar við einum stigi í part í einum lítið undirhaldandi og málleysum dysti á Eiðinum. Liðini skaptu fáar málmøguleikar, og tá tað endiliga bragdaði, vóru leikarar ov lítið nærlagdir í seinastu og avgerandi [...] avgerandi løtu. B36 hevði júst vunnið stórt á KÍ í fyrru hálvfinaluni og skuldi tí verið væl koyrandi, men grús kom í maskinaríið, tá liðið var gestur hjá vágbingum, sum altíð eru sterkir á heimavølli. Longu
arbeiði á sláturvirkinum í Kollafirði hevur ligið stilt seinastu fýra vikurnar, men tað hevur eydnast teimum, sum starvast hjá feløgunum og ikki eru í verkfalli, at hildið lív í fiskinum. - Fóðurskipaninar [...] hevur vart í meira enn fýra vikur. Har alibrúk eru rakt av ILA-sjúku, hava arbeiðarafeløgini givið avmarkaði undantaksloyvir at taka fisk til tess at byrgja uppfyri ov stórum felli. Er ILA í útbroti, doyr [...] frystast. Sosialurin vitjaði í Gøtu stutt eftir, at verkfallið byrjaði. Har stríddust tey við at taka ILA-sjúkan fisk upp úr nótunum, soleiðis at fellið ikki verður ov stórt. Í tveimum nótum við 800 tonsum
hevði tað í nógv størri mun sæst aftur í maganum. - Men í maganum á toskinum er stórt sæð einki alifóður at finna, sigur Per Mikkelsen, sum serliga hevur ligið við aliringarnar í skýmingini og í lýsingini [...] einir 2-3 í tali ? eru funnir við alifóðuri í maganum. - Eg trúgvi, at lágættarvindurin seinastu dagarnar hevur ført fiskin inná fjørðin, og her er nógv føði; tí fer fiskurin ikki útaftur. Per, sum í mong ár [...] nógvur fiskur stendur nær landi í løtuni. Søkir ljósið? Per heldur, at ein orsøkin til, at nógvur fiskur júst hevur verið at fingið við aliringarnar, er, at fiskur søkir ljósið í myrkrinum. - Eg trúgvi, at
umstøðum fast, at klassikarin í føroyskum fótbólti stendur ímillum HB og KÍ, og bara hetta í sjálvum sær ger, at hvør einasti leikari á báðum liðunum sær fram til uppgávuna. Í HB man lagið heldur ikki gerast [...] Tað man ikki vera frítt, at kassameistarin í HB man iðra seg um, at heimadysturin móti KÍ er settur somikið tíðliga á árinum, sum hann er í ár. Tá uppgerðin millum liðini hevur ligið seint á árinum, hevur [...] gerast verri av góðu byrjanini, sum liðið fekk, tá teir í fyrsta umfarinum sópaðu runavíkingar av vegnum. Ein endurtøka móti KÍ vil í hvussu so er styrkja enn meira um sjálvsálitið, tí so hevur liðið fingið
gísla í verkfallinum. ?Eg eri harmur um, at tann sera álvarsliga ILA sjúkan bleiv brúkt sum eitt amboð í verkfallinum. Tað, hann sipar til, er, at Føroya Arbeiðarafelag blokeraði fyri, at alibrúkið í Fun [...] Funningsfirði kundi viðgeraast fyri ILA í verkfallinum. ?Eg veit ikki, hvat bretar høvdu sagt, um fakfeløg í Onglandi vóru farin í verkfall og høvdu blokerað fyri arbeiðnum at basa herviligu munn- og kle [...] øki soleiðis, ongin aftur kann misbrúka eina sjúkrastøðu í alivinnuni í eini ósemju á arbeiðsmarknaðinum og sostatt hótta alt vinnugrundarlagið í framtíðini.