Fiskivinna
Mangt er undarligt.
Í langa tíð - fyri ikki at siga í alt ár - hevur Skálafjørðurin verið ein rættiligur mathjallur hjá eitt nú toski og springarum.
Bátar, sum hava roynt við línu og snøri, hava gjørt heilt góðar dagar.
Ein maður á Strondum fekk herfyri 1600 pund av toski, og fyri góðari viku síðan fekk fiskasølumaðurin, Per Mikkelsen, sum er ættaður av Toftum, sløk 1200 pund av toski.
Leygardagin var hann aftur og royndi eydnuna, og tá fekk hann sløk 500 pund.
Nordafarbáturin, Bakkafossur, ið plagar at seta nót eftir brislingi, fekk eisini ein dagin herfyri fleiri hundrað pund av toski í nótina.
Per Mikkelsen sigur, at í langa tíð hava fleiri springarar ferðast aftur og fram á fjørðinum - uppí sildini og brislinginum.
1200 pund og
tveir slánar?
Per sigur, at meginparturin av toskinum, sum er fingin á Skálafjørðinum, er toskur 3 ? ella fiskur, sum liggur millum 4 og 6 pund, so hetta er stórur fiskur.
Spurdur, um fiskurin er rak, sigur hann, at av teimum 1200 pundunum, hann fekk tann fyrra dagin, vóru bara 2 ella 3 slánar. Sama var við veiðini tann seinna dagin. Restin var alt góður toskur.
Sum skilst, hava flestu bátar roynt við aliringarnar innanfyri Hulk á Strondum, men roynt hevur eisini verið við eystursíðuna á fjørðinum ? og úti á.
Per sigur, at fiskurin er fullur av sild og brislingi. Bara heilt fáir fiskar ? einir 2-3 í tali ? eru funnir við alifóðuri í maganum.
- Eg trúgvi, at lágættarvindurin seinastu dagarnar hevur ført fiskin inná fjørðin, og her er nógv føði; tí fer fiskurin ikki útaftur.
Per, sum í mong ár hevur havt sum ítriv at vera á floti í frítíðini, sigur frá royndum útróðrarmonnum, at tað er ikki óvanligt eftir avlandsvind at fáa reyðfisk úti á.
- Tí trúgvi eg, at veðurlagið eisini hevur havt sín týdning, nú toskurin hevur leitað sær inn á fjørðin. Hugsandi er eisini, at minni føði er úti á beint nú, tí fiski-og útróðrarmenn siga, at nógvur fiskur stendur nær landi í løtuni.
Søkir ljósið?
Per heldur, at ein orsøkin til, at nógvur fiskur júst hevur verið at fingið við aliringarnar, er, at fiskur søkir ljósið í myrkrinum.
- Eg trúgvi, at brislingur og sildin søkja eftir ljósinum, tá ið myrkt er, og so fylgir toskurin við.
Hann heldur ikki, at toskurin beinleiðis søkir eftir føðini, sum fellir frá alingini. Um so var, hevði tað í nógv størri mun sæst aftur í maganum.
- Men í maganum á toskinum er stórt sæð einki alifóður at finna, sigur Per Mikkelsen, sum serliga hevur ligið við aliringarnar í skýmingini og í lýsingini.