2. deild
Hóast tey á Tvøroyri alla tíðina hava sagt, at málið er vinna seg upp aftur í bestu fótbóltsdeildina, so hevur tað sjáldan bent tann vegin, at hetta tos skuldi hava hald í veruleikanum.
TB hevur stóran part av árinum havt sera óstøðug úrslit, og ikki minst eftir avsmurningin í Fuglafirði varð roknað við, at nú vóru tvørámenn lidnir.
Mál í fyrsta álopinum
Stórtapið fyri ÍF tóktist tó á ongan hátt at taka mótið frá TB. Heldur var tað øvugt, soleiðis at spælararnir treiskaðust og vildu prógva, at talan tá var um eitt stórt mistak. Liðið hevur spælt seg frá sigri til sigur, og undan vikuskiftinum høvdu teir vunnið seg upp á næst ovasta sessin í landskappingini.
Tað tók teimum heldur ikki leingi at vísa leirvíkingunum, sum vitjaðu leygardagin, at eisini í hesum dystinum ætlaði TB sær trý stig. Eftir at LÍF hevði givið bóltin upp, fekk TB fatur á. Dan Mortensen og Vagnur Nolsøe spældu saman, áðrenn bólturin varð stungin inn til Sasja Radodsvljevic, og so stóð 1-0.
Næstu løtuna tóktist tað, sum um tvørámenn høvdu ilt við at fylgja upp uppá dreymabyrjanina. Spælið var ógvuliga rótut, og málmøguleikarnir sum stungu seg upp í báðum endum, vóru heldir tilvildarligir.
Heimaliðið fekk tó frið á, tá hálvleikurin mundi vera hálvliðin. Spælt varð upp í vinstru síðu, og alt endaði við, at Sasja kundi stevna inn móti málinum. Málverjin sá seg noyddan at fara ímóti, og so hevði Einar Petersen lætt spæl, tá Sasja rullaði tvørtur um.
Suður á Krossin
Í øðrum hálvleiki hevði TB alla tíðina tamarhald á. Teir løtu kanska geistirnar koma nakað niðan, men tá spælið nærkaðist brotsteiginum, vóru teir avgjørdir.
3-0 málið kom júst eftir, at leirvíkingar vóru á veg í álop. Dan Mortensen fekk fatur á LÍF uppspælinum, og eftir at hava spælt bandaspæl við Zoran, kundi Mortensen maðurin einsamallur við málverjanum økja um leiðsluna.
Tey bæði seinastu málini átti Tórður Mortensen, sum annars ikki er vanur at gera tað nógva við málskjótingina. Í báðum førum dróg hann seg langt niðan eftir vøllinum, og í báðum endaði alt eisini við, at hann kundi spíla meskarnar út, soleiðis at støðan loksins gjørdist 5-0 til tvørámenn.
TB er sum sagt á odda í deildini, nú bert eitt umfar er eftir at leika, men enn munnu tvøráfólk langt ífrá kenna seg trygg í uppflytanini. Seinasti dysturin á skránni (fyribils í øllum førum) er suðuri á Krossinum, tá sumbingar taka ímóti, og hetta verður so undir ongum umstøðum nakar lættur dystur hjá tvørámonnum.
TB-LÍF 5-0 (2-0)
1-0: Sasja Radosavljevic
2-0: Einar Petersen
3-0: Dan Mortensen
4-0: Tórður Mortensen
5-0: Tórður Mortensen