Stóri klassikarin

Dystirnir millum HB og KÍ hava altíð verið serligir, og einki er at ivast í, at nógv verður lagt fyri av báðum pørtum, nú liðini tørna saman

Tað man ikki vera frítt, at kassameistarin í HB man iðra seg um, at heimadysturin móti KÍ er settur somikið tíðliga á árinum, sum hann er í ár.
Tá uppgerðin millum liðini hevur ligið seint á árinum, hevur talan ofta verið um avgerandi dystir, við stúgvandi fullum leikvølli sum positiv avleiðing, og tó at tað uttan iva verða nógv fólk í Gundadali hósdagin, so er spenningurin ikki heilt hin sami.

Allir tøkir
Enn er eisini nakað tíðliga at tosa um, hvørjir dystir millum hvørji lið verða avgerandi, men tað stendur tó undir øllum umstøðum fast, at klassikarin í føroyskum fótbólti stendur ímillum HB og KÍ, og bara hetta í sjálvum sær ger, at hvør einasti leikari á báðum liðunum sær fram til uppgávuna.
Í HB man lagið heldur ikki gerast verri av góðu byrjanini, sum liðið fekk, tá teir í fyrsta umfarinum sópaðu runavíkingar av vegnum. Ein endurtøka móti KÍ vil í hvussu so er styrkja enn meira um sjálvsálitið, tí so hevur liðið fingið fult burtur úr tveimum á pappírinum torførum heimadystum.
Og tað er eisini líkt til, at HB er væl fyri til uppgávuna. Úr leguni verður sagt, at allir mans eru tøkir. Eisini Jan Dam, sum annars hevur verið burturstaddur, og hetta letur so upp fyri einum positivum trupulleika hjá venjaranum, sum skal gera av, hvørt hann so skal flyta Jóhannus Joensen úr miðverjasessinum, sum hann røkti so væl móti NSÍ.

Borgar fyri undirhaldi
Eisini KÍ venjarin man hava sítt høvuðbrýggj við at finna út av, júst hvussu liðið skal setast saman.
Jan Andreasen, sum vanliga eigur fastan sess í miðverjuni, er framvegis ikki tøkur. Tað er fyrrverandi HB-leikarin, Grímur Vang, heldur ikki, hóast hann kundi verið eitt alternativ at nýtt fyri Jan.
Fyri hinar leikararnar er tó galdandi, at teir allir eru til reiðar at tørna út, og so er spurningurin bara, hvussu hetta verður sett saman. Seinast røktu Alexander Djordjevic og Allan Joensen miðverjusessirnar, og hóast teir komu hampuliga væl frá hesum, so er ikki óhugsandi, at tørvur kann vera á teimum longur frammi á vøllinum.
Við tapinum í fyrsta umfarinum fekk KÍ annars eina vána byrjan upp á landskappingina, eftir at lagnan heldur ikki var teimum serliga blíð í steypakappingini. Enn er sjálvsagt ov tíðliga at gita um endaligu støðurnar, men verður liðið aftur stigaleyst hesaferð, eru longu seks stig upp í oddin, og tað kann vera tungt sálarliga hjá liðnum.
So lítið og einki er at ivast í, at báðir partar fara eftir sigrinum hesaferð, og hetta saman við øllum tí, sum vanliga hoyrir til eina uppgerð av slikum slag, fer uttan iva at viðføra, at áskoðararnir, sum leita sær í Gundadal, fara at fáa ein dyst har undirhaldsvirðið í øllum førum verður høgt.