Tunnilstrygd
Trygdin í Vágatunlinum verður nógv betri, enn hon er í nøkrum øðrum føroyskum tunli. Rímiliga stutt verður millum neyðtelefonirnar, og styttri millum eldsløkkjararnar.
Fyri hvørjar 250 metrar, koyrt verður í Vágatunlinum, er ein eldsløkkjari festur á tunnilsveggin. Hvørja ferð ein teirra verður lyftur upp av heftinum, fer fráboðan til alarmcentralin, har boðað verður frá, júst hvar í tunlinum, tann, sum tekur eldsløkkjarin, er staddur. Soleiðis ber altíð til at staðfesta nágreiniliga, hvar hjálp er fyri neyðini, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunlinum. Fráboðanin verður eisini skrásett við dagføring og klokkutíð.
Við annahvønn eldsløkkjara, tað vil siga fyri hvørjar 500 metrar, verður eisini ein neyðtelefon sett upp. Hon virtkar á leið á sama hátt sum eldsløkkjarin við tað, at tað ringir á 112 í somu løtu, hornið verður tikið av, eins og skrásett verður við dato og klokkutíð, og víst verður á, hvar í tunlinum hendan telefonin er. Tann, sum tekur telefonina, hevur ikki fyri neyðini at trýsta á nakran knøtt fyri at fáa samband, sigur stjórin í Vágatunlinum.
Tað er ikki videoeftirlit inni í tunlinum, sigur Dávur Reinert Hansen, men við báðar tunlarnar aftur ímóti.
Soleiðis ber altíð til at vita, hvør og hvussu nógvir bilar eru inni í tunlinum, eins og altíð ber til at finna teir aftur seinni, um brúk av einihvørji orsøk skuldi verið fyri tí.
Umframt verður so eisini vanligt telefonsamband inni í tunlinum, so til ber eisini at brúka fartelefonina.
Dávur Reinert Hansen sigur, at arbeitt verður við fullari ferð, og enn verður miðað eftir, at tunnilin letur upp tann 26. november.
Teir eru komnir væl áleiðis við tekingini inni í tunlinum, eins og elektrikararnir eru farnir at heingja ljósarmaturini upp, og ljóstalvur fara helst at verða settar upp í komandi viku, væntar stjórin.
Men tann stóra spurningin, sum øll seta í dag, um hvat tað fer at kosta at koyra gjøgnum tunnilin, vil hann ikki svara uppá.
Dávur Reinert Hansen sigur, at tað verður ikki kunngjørt, fyrr enn stutt áðrenn latið verður upp.
?Onkur fer kanska at halda tað vera nógvar pengar, men í mun til ta tænastu, sum latin verður, verður tað bíligt at koyra gjøgnum tunnilin, letur hann tó leka út, hóast hann kortini sigur, at endaligi prísurin enn ikki er fastlagdur.
Útsjóndin við báðar tunnilsmunnarnar broytist nú dagliga. Farið er at seta betongelement upp við báðar munnarnar, Teir sonevndu portalarnar. Tað er um at vera liðugt Vágamegin, meðan eitt sindur er eftir at gera Leynamegin.
Har gjaldstøðin skal standa á Vágalandinum, verður neyðugt við onkrari heilt lítlari spreinging afturat, sigur Dávur Reinert Hansen. Onkur kneysi skal spreingjast burtur, og vegurin, sum gjørdur er til rættina hjá sandavágsmonnum sunnavert tunnilsmunnan, skal flytast nakað niðan. Men tað er einki arbeiði, sum hindrar nakað sum helst, sigur Dávur Reinert Hansen.