Teitur eftir Eivør

Tað riggaði væl at hava dupultkonsert við teimum báðum Eivør og Teitur, sum allar Føroyar eru uppá fornavn við. Norðurlandahúsið fyltist fríggjakvøldið, og framførslan fylti tey uppmøttu

 

Bert aftasta røð í teirri talmerktu stólarúgvuni í konserthøllini í Norðurlandahúsinum var tóm, tá lív kom í trummurnar, kontrabassin og el-guitaran, sum stóðu á pallgólvinum.

Bæði Eivør og Teitur, sum annars eita Pállsdóttir og Lassen til eftirnavn, valdu at brúka tann intima konsertstílin har tónleikararnir standa og sita í klingru og ikki gera stórvegis um seg, meðan teir spæla.

Bæði høvdu tríggjar tónleikarar við sær, og teir brúktu tey somu trý ljóðførini. Men so líktust framførslurnar heldur ikki meir.

Eivør, sum hevði Brand Jacobsen, Mikael Blak og Leiv Thomsen við sær á ávikavist trummum, kontrabassi og el-guitara, sang fyri tað mesta fólkslig løg av fløguni hjá sær. Brandur, Mikael og Eivør hava spælt nógv saman, meðan Leivur Thomsen er nýggjur í høpinum. Og hóast tað onkuntíð hoyrdist, at Leivur var tann »nýggi« í bólkinum, so megnaði hann væl ta nokkso krevjandi uppgávuna, sum tað er at koma inn í júst hetta høpið.

Eivør, sum fekk onkran at gníggja eyguni tá hon kom fram á pallin í føroyskum skjúrti og belti, men við gjøgnumskygdari reyðari nylontroyggju og berføtt, var sum altíð væl uppløgd. Hon eksperimenteraði stundum við røddini, og skifti millum at bergtaka og taka á bóli áhoyrararnar.

Framføsrlan hjá Eiovør endaði við at Leivur Thomsen og Brandur Jacobsen hvør í sínum lagi sluppu at folda seg út á ljóðførum sínum við langum solospæli, har teir góvu nakrar lekrar bitar frá sær.


Jazzurin livir í Teiti

Eftir ein steðg kom Teitur á pallin við teimum báðum donsku tónleikarunum Andreas Marcus á bassi og Mads Andersen á trummum. Við sær hevði hann eisini Leiv Thomsen, sum soleiðis var á pallinum alt kvøldið.

Teitur skemtaði við at Leivur fyrr hevur verið hansara guitarlærari, og áhoyrararnir kundu bara staðfesta, at okkurt hevði hann lært. Umframt at vera góður sangari og sangskrivari er Teitur eisini sera stinnur á guitarinum. Tað gevur honum eitt størri rásarúm at spæla við løgunum á konsertframførslum, og hann brúkti hendan møguleika til fulnar í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið.

Teitur hevur vent sær til poppin aftur, men tíðin sum jazztónleikari hevur sett síni týðiligu spor og bjargar honum stundum frá at gerast ov sukursøtur í teimum vøkru romantiksu løgunum, ið hann serveraði á silvurfati á konsertini.

Í konsertini hjá Teiti var Leivur Thomsen á heimavølli og kom nógv betur til sín rætt. Saman við Teiti bar hann konsertina við royndari hond á guitararminum.

Teitur fekk hjálp frá Eivør til eitt av løgunum, og saman sungu tey eisini kenda føroyska lagið »Mær leingist« sum eykalag og sendu síðan áhoyrarnar út úr konserthøllini, hungrandi eftir meira.

Tað hevði verið gott um Teitur og Eivør kundu framført eitt sindur meira saman hetta kvøldið, eftirsum at tey nú vóru í sama húsi um somu tíð, men tað er skiljandi at tey helst vildu framføra tað mesta hvør sær.