Aftaná Verkfallið: Nú er aftur reint borð

? Nú líta vit frameftir, tí semjan broytist ikki, antin vit eru nøgd ella ónøgd, sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Arbeiðsfriður


?Nú hava vit gjørt semju, so nú líta hava vit aftur reint borð.

Vilhelm M. Johannesen sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar til, antin hann er nøgdur, ella ónøgdur.

?Úrslitið av sáttmálanum v erður so tað sama, antin, vit eru nøgdir ella ikki. Nú eru samráðingarnar lidnar og kamelarnir eru svølgdir, so nú líta vit frameftir.

Hann sigur, at sjálvandi eru arbeiðsgevarar ikki fegnir um at skula lata aldursviðbót omaná eina so stóra lønarhækking, sum longu lá á borðinum frammanundan.

? Men vit máttu ásanna, at hetta skilaleysa og ábyrgdarleysa verkfallið var um at beina fyri alivinnuni í Føroyum, og tað kundu vit ikki standa modell til. Tí valdu vit at góðtaka semjuna og bjarga alivinnuni, sigur Vilhelm M. Johannesen.

Hann sigur, at viðbótin fyri starvsaldur svarar til ein lønarvøkstur uppá 900 krónur um árið.

Men arbeiðsgevararnir halda, at tað ringasta er, at framyvir fara íleggjarar og virkir at hugsa seg væl um, áðrenn teir seta virksemi á stovn í sáttmálaøki hjá Føroya Arbeiðarafelag , tí neyðuga støðufesti ikki er til staðar.

? Hinvegin kann roknast við, at Klaksvíkin og Havnin verða tikin fram um, tá ið virkisøki skal veljast, tí har eru samráðingarnar merktar av einum positivum anda og skilagóðum samskifti.


Sera harmiligt

Vilhelm Johannesen sigur, at eitt, sum hann er sera harmur um, er, at alivinnan, varð tikin til gísla í verkfallinum.

?Eg eri harmur um, at tann sera álvarsliga ILA sjúkan bleiv brúkt sum eitt amboð í verkfallinum.

Tað, hann sipar til, er, at Føroya Arbeiðarafelag blokeraði fyri, at alibrúkið í Funningsfirði kundi viðgeraast fyri ILA í verkfallinum.

?Eg veit ikki, hvat bretar høvdu sagt, um fakfeløg í Onglandi vóru farin í verkfall og høvdu blokerað fyri arbeiðnum at basa herviligu munn- og kleyvasóttini, so at hon slapp at breiða seg ótálmað um alt landið. Tað hevði neyvan gingið, men ILA-støðan í Føroyum kann samanberast við tað, sigur Vilhelm Johannesen.

Hann viðgongur, at hetta var ein orsøk til, at Føroya Arbeiðsgevarafelagið gjørdi, hvat tað kundi, fyri at finna eina semju.

?Júst støðan í Funnningsfirði legði eitt stórt trýst á okkum, tí sleppur ILA at breiða seg, fer tað at fáa landsskaðiligar avleiðingar og tað kann gerast ein vanlukka fyri samfelagið.

Hann leggur tó dent á, at limirnir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum vara av alivinnuni, hava ikki lagt trýst á nevndina fyri at fáa eina semju.

?Eg haldi, at partarnir vóru komnir hartil, at tíðin nú var búgvin til at fáa semju í lag . Og sum heild mugu vit siga, at semjan kom væl við.

Føroya Arbeiðsgevaragelag vónar nú, at politiski myndugleikin sum skjótast skipar viðurskiftini á hesum øki soleiðis, ongin aftur kann misbrúka eina sjúkrastøðu í alivinnuni í eini ósemju á arbeiðsmarknaðinum og sostatt hótta alt vinnugrundarlagið í framtíðini.