Gjalda mest, men eru harðast raktir

- Tað er hugstoytandi, at alarar, sum yvirhøvur gjalda sínum arbeiðsfólki meira enn vanliga tímaløn, eru teir, sum eru harðast raktir av verkfallinum, sigur Súni Durhuus á Vestlax


Aling og verkfall

Líkt er til, at tað er torført at fáa eina heildarmynd av, hvussu alivinnan hevur verið fyri undir hesum verkfallinum, sum nú hevur vart í meira enn fýra vikur.
  Har alibrúk eru rakt av ILA-sjúku, hava arbeiðarafeløgini givið avmarkaði undantaksloyvir at taka fisk til tess at byrgja uppfyri ov stórum felli. Er ILA í útbroti, doyr nógvur fiskur, og smittan breiðir seg skjótt.
  Velduga stór virðir standa uppá spæl, og eitt ILA-rakt alibrúk hevur verið samanborið við eina stóra fiskagoymslu, sum stendur í ljósum loga.
  Heilsumyndugleikarnir á økinum krevja, at alibrúk, sum eru rakt av ILA, skulu tømast sum skjótast. Nú verkfall er, verður kapasiteturin hareftir, tí talið av arbeiðsfólki er avmarkað, og allur fiskurin skal frystast.
  Sosialurin vitjaði í Gøtu stutt eftir, at verkfallið byrjaði. Har stríddust tey við at taka ILA-sjúkan fisk upp úr nótunum, soleiðis at fellið ikki verður ov stórt. Í tveimum nótum við 800 tonsum av fiski, høvdu tey ILA í útbroti, og í byrjanini doyðu einir 250 fiskar um dagin.
  Vit hava skilt, at støðan hevur verið uppaftur truplari hjá teimum á Bakka, har nógv størri nøgdir av fiski eru deyðar. Ovasti leiðarin fyri alingini har hevur tó ikki viljað tosað alment um støðuna.

Vestlax stabilt

Súni Durhuus á Vestlaxi og Vestsalmon, sum bæði hevur smoltaling, sjógvaling og sláturvirki, sigur, at eini 120 fólk, sum starvast hjá teirra feløgum, eru í verkfalli.
  - Men vit hava ikki havt tað stóra fellið hesaferð, tí støðan hjá okkum í løtuni er rímiliga stabil. Hetta hevur hóast alt lætt nógv um. Verri var undir seinasta verkfalli, tá ið ILA-sjúka rættiliga gjørdi um seg.
  Alt arbeiði á sláturvirkinum í Kollafirði hevur ligið stilt seinastu fýra vikurnar, men tað hevur eydnast teimum, sum starvast hjá feløgunum og ikki eru í verkfalli, at hildið lív í fiskinum.
  - Fóðurskipaninar til smoltalingina og sjógvalingina eru sjálvvirkandi, og hetta lættir ómetaliga nógv um undir slíkum umstøðum, sigur Súni.

Hugstoytandi

Súni Durhuus heldur tað vera hugstoytandi, at verkfallið rakar alivinnuna so hart hvørja ferð, verkfall er, tí veruleikin er, at tey, sum starvast runt um á alibrúkunum, fáa meira løn enn vanligu tímalønina.
  Spurdur, hví hesi fólk eru betur lønt enn onnur, sum gera vanligt tímalønt arbeiði, sigur hann:
  - Hetta kemst av, at tey arbeiða undir stórari ábyrgd, tí tað, tey fáast við, er livandi fiskur, sum krevur sína dagligu røkt.
  Hann heldur tað tí vera ógvuliga keðiligt, at júst alarar verða so hart raktir hvørja ferð, verkfall er.
  - Og ringast er, har sjúka er við at taka fótin undan alarunum, sigur Súni Durhuus.
  Vestlax hevur aling í eitt nú Vestmanna, Sundalagnum, Fuglafirði og á Oyndarfirði.
  Á sláturvirkinum hjá Vestsalmon í Kollafirði arbeiða eini 80 fólk í tveimum vaktum.