Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, fer kanska komandi dagarnar til USA at gera eina avtalu við amerikanska forsetan, Donald Trump.
Tað sigur Rustem Umerov, sum er tjóðartrygdarráðgevi hjá Zelenskyj, á Facebook, nú samráðingarnar um eina friðaravtalu halda fram.
– Vit gleða okkum at skipa fyri vitjan hjá ukrainska forsetanum í USA í fyrsta lagi í november fyri at taka seinastu stigini og gera eina avtalu við Trump forseta, skrivar hann.
Fleiri miðlar skriva, at fundir eru í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum í hesum døgum.
Sambært Financial Times byrjaði amerikanski hernaðarráðharrin, Daniel Driscoll, mánadagin samráðingar við eina russiska sendinevnd í býnum.
Á ukrainsku síðuni fer Driscoll væntandi eisini at hitta Kyrylo Budanov, leiðara fyri hernaðarligu fregnartænastuna í Ukraina, GUR, siga tvær keldur við blaðið.
Fundirnir í Abu Dhabi fylgja samráðingunum í Geneve í Sveis um vikuskiftið.
Umerov skrivaði um tey:
– Vit virðismeta produktivu og konstruktivu fundirnar í Geneve millum ukrainsku og amerikansku sendinevndirnar, umframt ótroyttiligu royndirnar hjá Trump forseta at fáa enda á krígnum.
Sambært Financial Times er eitt uppskot til ætlan við 28 stigum, sum varð likin í farnu viku, stytt til 19 stig undir samráðingunum.
Meðan uppskotið, sum fyrst kom fram, sá út til at ganga fleiri av ynskjunum hjá Russlandi um friðaravtalu á møti um eina røð av punktum, søgdu evropeiskir politikarar mánadagin, at broytingar vóru gjørdar í uppskotinum.
Talsmaðurin hjá russiska forsetanum, Dmitrij Peskov, sigur, at Russland enn ikki hevur fingið endurskoðaðu ætlanina.
- Tá tíðin er komin, fara vit at seta okkum í samband við amerikanararnar og fáa almennu upplýsingarnar, segði Peskov sambært almennu russisku tíðindastovuni Tass týsdagin.
/Ritzau/










