Tíðindaskriv:
Og í apríl komandi ár stendur hon so á pallinum í Løkshøll og verður høvuðsnavnið til Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.
Vit kunnu vænta okkum eina gandakenda konsert, har røddin og tónleikurin flytir seg frá tí vakra og eleganta til tað óslípaða og ráa. Sissel er kend fyri sína blíðu og fjálgu medferð á pallinum og fyri røddina, sum fer beint í hjartað hjá áhoyrarunum.
Skráin fevnir um bæði kendar klassikarar og nýggjari sangir, sum flyta seg tvørtur um ymisku tónleikamørkini. Saman við tónleikarunum fer Sissel við síni serstøku rødd at geva okkum várliga orku meðan vit bíða eftir summari og sól.
"Tónleikur er heilivágur. Tónleikur, sum verður framførdur á palli er betri enn heilivágur! Vælkomin á konsert - eg gleði meg at síggja tykkum!" Soleiðis sigur Sissel og vit gleða okkum eisini at síggja Sissel á palli í Løkshøll leygarkvøldið 25. apríl kl. 21.00.
Atgongumerkjasølan er farin ígongd á loksholl.fo










