Ein 19 ára gomul kvinna, ein 22 ára gamal maður og ein 23 ára gamal maður, sum øll eru skuldsett í størsta kokainmálinum í føroyskari rúsevnasøgu, eru nú varðhaldsfongslað í fýra vikur. Løgreglan skal nú kanna málið víðari.
Áðrenn fjølmiðlarnir vórðu koyrdir úr rættarhølinum í morgun kom fram, at tey eru skuldsett fyri at hava smuglað fimm kilo av kokaini. Tað er størsta nøgd, sum nakar er skuldsettur fyri at havað smuglað tl Føroya. Tey eru eisini skuldsett fyri at hava selt sløk 3,6 kilo av rúsevninum í Føroyum.
Skuldsetingin ljóðar upp á, at tey í felag og saman við øðrum enn ókendum persónum í Danmark og í Føroyum í tíðarskeiðnum frá september í 2025 til 16. apríl í 2026 hava staðið fyri smuglingini. Í húsarannsókn í J. C. Svabosgøtu hevur politiið lagt hald á 666 gram av kokaini.
Øll trý fólkini vórðu handtikin í gjárkvøldið. Og øll noktaðu seg sekan á rættarfundinum í morgun.
Fyribils verða tey varðhaldsfongslað í fýra viku. Men tað kann blíva til nógvar vikur og mánaðir aftur, tí tað tekur vanliga nógvar mánaðir hjá løgregluni at greiða slík mál til eitt rættarmál, sum skal fyri í Føroya Rætti. Tað ber ikki til at fongsla fólk í meira enn fýra vikur í senn. Tí fara tey uttan iva nakrar ferðir í rættin afturat, har varðhaldsfogslingin verður longd.











