HSF skrivar:
- Søtur sigur á Turkalandi
Føroysku U18-kvinnurnar spældu ein góðan, tættan og gevandi vinardyst móti Turkalandi í Ankara í dag. Føroyar vóru tó omaná tað mesta av dystinum og vunnu, 21-19, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 12-10 í hálvleikinum.
Tað var eyðsýnt frá byrjan, at føroyska liðið vildi vísa meira, í mun til 31-26 tapi fyri turkum, sum var í EM-endaspælinum í fjør. Tað komu tó fá mál at byrja við, og tóktiskt dysturin nervakendur hjá báðum liðum. Hol kom tó so spakuliga á málskjótingina, og var tað serliga Amilia Agnarsdóttir, sum gjørdi um seg. Amilia og Bára Holm í Innistovu sótu úti við skaða tað mesta av seinasta kappingarári, men eru tær nú birgar aftur á landsliðnum. Føroyar vunnu seg nøkur mál fram um beint fyri hálvleik, 12-10.
Okkara hildu áfram í seinna hálvleiki og komu fram um 18-13, áðrenn Turkaland svaraði aftur. Femja Sámalsdóttir Soll hevði fleiri góðar bjargingar í føroyska málinum, og megnaðu okkara at koyra sigurin heim, hóast Turkaland minkaði um munin niður í eitt mál stutt fyri leiklok. Okkara hildu tó høvdið kalt seinastu løtuna og vunnu 21-19.
Liðini møtast aftur sunnudagin kl.16.00. Dysturin kann stroymast her:
https://www.youtube.com/live/-wbJzDTQScc?si=oohgUXz87VqFDOd7
Málskjúttar hjá Føroyum:
Amilia Agnarsdóttir 7
Halla Haldansen 4
Fríða Eysturún Rubeksen 3
Bára Holm í Innistovu 2
Maria Poulsen Hellisdal 1
Arina Høgnadóttir Wang 1
Elinborg Dávadóttir Kunoy 1
Dinna Feilberg Lamhauge 1
Lý Dávadóttir Magnussen 1











