At hon er í andsøgn, tí hon nevnir ávísar bólkar, men ikki allar. Og tað ber illa til. Øll kunnu í grundregluni verða fyri mismuni ella happað. Greinin skal sjálvandi vera, men hon átti ikki at nevnt ávísar bólkar. Øll skulu vera á jøvnum føti fyri lógini! Nú stríðast nøkur ónevnd fyri at verða nevnd. Og nýggj kunnu koma afturat við líka góðum ella vánaligum rætti. Og verri er, at nøkur í veruleikanum hava í kvittanum, at nýta hetta sum lopfjøl til komandi krøv, og sum greinin ikki er ætla til, herundir krøv sum happa kristnivirðir. T.d. frælsinum at boða Bíbliuna sum autoritet. Vit hoyra fyri tíðina eisini um hvat fyriferst í Bretlandi og Svøríki.
Hóttir bólkar skifta frá tíð til aðra. Skrivið tí ongan bólk undirskilt okkara málburð "eingin nevndur eingin gloymdur". Viðmerkið at greinin ikki er ætla at fremja politisk seráhugamál. Latið okkum so fáa fri á hesum økinum og nýta orkuna til uppbyggandi evnir fyri okkum øll og Føroyar. Vit eru tó samd um at vera ímóti allari happing.
Uttanlands ella heima
Sum eg skilji ráðharran í heilsumálum frá tíðindamiðlunum, vil hann, um hann sær skilagóðar møguleikar, flyta ávísar viðgerðir heim til Føroyar.
Í tí sambandi átti eisini at bori til, at gjørt uppvenjingarstovnar, kurstaðir, til fólk, ið bera álvarslig brek í rørslulagnum. Tó mugu fólk aftaná álvarsligar skaðar / truplar sjúkur framvegis uttanlands til akutta serviðgerð og møguligt framhald. Ekspertisan kemur ikki eftir einum degi. Nøkur velja vegna umstøðurnar at búleikast í Danmark. Men lívið heldur fram í Føroyum fyri tey flestu, aftaná akutta skaðan / sjúkuna!
Samlaða játttanin verður kanska ikki minni við føroyskum almennum kurstøðum, men ráðini betur. Tí ferðing og uppihald minka og pengar fara til fleiri føroysk arbeiðspláss. Teir mala í Føroyum og fara aftur í lands- og kommunukassar, heldur enn í Statskassan og danskar kommunir. Verða kurstøðini í topklassa, er kanska ikki heilt ómøguligt, at útlendingar eisini koma higar til kur? Ein visión við perspektivum!
Hvussu nógvar krónir fara av landinum fyri nevnda økið, ferðir og ferðafylgir, veit eg ikki? Men at vit eiga at fáa meira fyri tær her heima, er so sjálvsagt sum at 2 + 2 = 4.
Tað er annars ikki rætt, einans at taka støði í hvussu nógv um árini fóru niður, og hvussu nógv varð nýtt. Fleiri føroyingar fáa als onga ella ikki nøktandi viðgerð júst tí teir skulu av landinum og tí røttu tilboðini mangla heima. Sjálvandi eisini tí pengar altíð vísa seg at vera knappir til slíkt. Øðrvísi er tá tað snýr seg um vegir, tunnlar, skip, løgtingshús, ráðharrastovur, fyrisiting, umsiting, stýrir, nevndir o.a.m. av líknandi slagi. Men tann fríski parturin av samfelagnum skal sjálvandi eisini virka væl.