VB og B36 máttu taka til takkar við einum stigi í part í einum lítið undirhaldandi og málleysum dysti á Eiðinum. Liðini skaptu fáar málmøguleikar, og tá tað endiliga bragdaði, vóru leikarar ov lítið nærlagdir í seinastu og avgerandi løtu.
B36 hevði júst vunnið stórt á KÍ í fyrru hálvfinaluni og skuldi tí verið væl koyrandi, men grús kom í maskinaríið, tá liðið var gestur hjá vágbingum, sum altíð eru sterkir á heimavølli.
Longu tá hálvur tími varð leiktur, varð ein leikari hjá VB rikin av vølli. Nýggi verjuleikarin hjá vágbingum Dejan Nikolic, hevndi seg inn á Allan Mørkøre, tá hesin gjørdi fríspark móti honum beint uttanfyri brotsteigin. Dómarin hevði beinanvegin reyða kortið á lofti. Fyrsti dysturin hjá jugoslavanum í føroysku landskappingini fekk sostatt ein bráðan enda.
Nú B36 hevði yvirvág í manntali, gav hetta eisini útiliðnum yvirvág í spælinum, tí VB mátti flyta ein áleypara aftur í verjuna. Predrag Ziskovic, sum er leikandi venjari, flutti seg sjálvan aftur í verjuna á plássið hjá Nikolic.
Nú var Birgir Jørgensen einsamallur í álopinum, men hann royndi tó at bíta frá sær, hóast hann var heldur einsamallur til tíðir.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki verður næsti maðurin rikin av vølli. Hesuferð er tað Klæmint Matras hjá B36, sum sá reytt. Predrag Ziskovic royndi at skerma bóltin út av síðulinjuni, tá Klæmint ger eina heldur grova takkling. Dómarin metti, at hendan takklingin var so vandamikil, at Klæmint fór undir brúsuna áðrenn liðfelagarnir. Eftir hetta kom VB eitt sindur meira við í dystin.
Møguleikarnir
Hóast fáar málmøguleikar, so hendi tó okkurt nevnivert frammanfyri málunum hjá málverjunum Bjarna og Tróndi.
Birgir Jørgensen stóð fyri teimum bestu royndunum hjá VB. Tvær ferðir royndi hann seg við langskoti, sum tó fóru beint uppum málið.
B36 hevði eisini onkra naska roynd móti málinum hjá VB. Heðin á Lakjuni hevði kanska teir bestu møguleikarnar hjá útiliðnum. John Petersen var sloppin oman á baklinjuna og leggur útfrá til Heðin á Lakjuni, sum stendur rættiliga leysur á brotsteigarmarkinum. Skotið fór tó omanfyri málið, og teir brendu møguleikarnir lýsa kanska best dystin sum heild. Eisini royndi Heðin seg við beinleiðis frísparki, sum fór dygst framvið stólpanum.
Eingin ivi er um, at tað er sera torført at spæla á útivølli móti VB, og B36-ararnir munnu ikki vera heilt ónøgdir við ein javnleik á Eiðinum, hóast havnarliðið fer eftir meistaraheitinum í ár.
VB - B36 0-0
VB: Bjarni Johansen - Eyðun Jacobsen, Dejan Nikolic, Bobo Madzar - Michael í Lágabø, Dan Djurhuus, Palli Augustinussen, Mortan úr Hørg, Milan Kuljic - Birgir Jørgensen, Predrag Ziskovic
B36: Tróndur Vatnhamar - Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Fróði Clementsen, Kenneth Jacobsen - Jákup á Borg, Klæmint Matras, Julian Johnsson, Heðin á Lakjuni - John Petersen, Sonni Johansen