Sløkkilið, løgregla og sjúkraflutningur fóru beinanvegin á staðið, har arbeitt verður við at fáa tamarhald á eldinum.
Enn er ógreitt, hví eldurin kyknaði. Sambært upplýsingum er eingin fráboðan komin um, at fólk skulu vera inni í húsunum, ella at nakar er komin til skaða.
Løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum, so sløkkiliðið og onnur tilbúgvingarfólk fáa frið at røkja sínar uppgávur.
















