Oljuleiting
Skulu vit ganga eftir metingunum og raðfestingini hjá einum av teimum stóru oljufeløgunum í heiminum, tí júst samanlagda ChevronTexaco, so kann Atlantsmótið og harvið eisini føroyski landgrunnurin goyma nógva olju og gass. Andy Clitharoe, leitistjóri hjá ChevronTexaco fyri Atlantsmótið sigur við Sosialin, at tey meta Atlantsmótið sum eitt av teirra høvuðsleitiøkjum í altjóða høpi. Við Atlantsmótið skilst tá alt økið frá Írlandi til Føroyar/Hetland og víðari til Norðurnorra. Hesin stóri áhugin hjá ChevronTexaco fyri økinum gjørdi eisini, at felagið fekk tillutað nøkur av teimum mest áhugaverdu loyvunum í 19. útbjóðing í bretskum øki tætt upp at føroyska markinum. Felagið søkti eisini um loyvi á føroyska landgrunninum men mátti lúta í tí hørðu kappingini um loyvini. Andy Clitharoe sigur, at teir hava ikki mist áhugan fyri Føroyaøkinum av teirri orsøk. Hann dylur ikki fyri, at teir bíða spentir eftir 2. útbjóðing á landgrunninum og skilst, at felagið fer at vísa hesi útbjóðing stóran áhuga serliga um komandi boringar í økinum geva úrslit. Hann setir annars stórar vónir til boringina í Camboprospektinum nakað norðan fyri verandi oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion. Amerada Hess er operatørur/fyristøðufelag og er ChevronTexaco partur av tí boringini. Hesin brunnurin skal ætlandi borast í vetur. Felagið ætlar so eisini at fara undir enn eina boring í næsta ár. Hon liggur tætt uppat Agiplisensinum á landgrunninum.
Andy Clitharoe, sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum í sambandi við teirra royndir at fáa fótin fastan her ? eitt skifti høvdu teir skrivstovu í Havn ? sigur, at teir meta góðar møguleikar vera fyri at finna olju og gass í øllum hesum stóra økinum, sum er landnyrðingsparturin av Atlantshavinum. Her er góður møguleiki fyri nýggjum prospektiviteti sum hann málber seg á fakmálinum. Hann leggur dent á, at jarðfrøðin kennir ikki mørk eins og samfeløg gera tað, og tí heldur hann, at brunnar, sum verða boraðir í bretskum øki tætt við markið hava eins stóran týdning og áhuga fyri føroyska landgrunnin og øvugt.
Kanningarstjórin hjá ChevronTexaco heldur tað annars vera brúk fyri einum veruligum fundi á Atlantsmótinum, tí tað eru nú nógv ár síðani, at Foinaven (1991) og Schiehallion (1993) vórðu funnin. Uttan mun til hvørju megin markið fundið verður gjørt so heldur Andy Clitharoe, at tað av álvara kann seta ljóskastaran á alt økið og harvið fáa gongd á leitingina. Økt leiting kann hava fleiri fund við sær.
Hann dylur heldur ikki fyri, at tey hjá CevronTexaco ikki minst hava stóran áhuga fyri økjunum longur norðuri, har tey eisini hava fingið leitiloyvi á bretska landgrunninum. ?Vit síggja heilt stórar struktarar har, og tað skuldi verið lovandi. Tørvur er á at gera 3D seismikk í økinum leggur hann aftrat.