bilurin lá á botni fleiri metrar úr landi, sigur løgreglan í kvøld, at tíbetur er eingin saknaður í samband við tjóvaríið í Havn og tilburðin í Miðvági. [...] Bjór, sum hvarv úr Havn um vikuskiftið og sum leitað hevur verið eftir, er í dag funnin á botni út fyri Ytru bryggju í Miðvági. Tað var bjargingarbáturin Sverri, ið fann bilin, sum í kvøld er tikin upp
tók løgreglan tó ein sum koyrdi ávirkaður av rúsdrekka í R. C. Effersøesgøtu í Havn. Og ein annar bilførari varð eisini tikin fyri at koyra 125 km/t í Kollfjarðartunlinum. ? Annars hevur tað bert verið smáttaríir [...] kring landið sigur frá einari sera friðarligari høgtíð. Bæði í Runavík og í Klaksvík sigur løgreglan, at onki hevur verið áfatt um halguna. Í høvuðsstaðnum hevur somuleiðis verið sera friðarligt. Páskadag [...] smáttaríir sum til dømis leysir hundar, um skíris- og páskahalguna, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
uppvaksin í Sandvík, dóttir Hildu, f. Kjærbo, og Jens Boltad. Hon lærdi til bankaassistent í Sjóvinnubankanum í Havn. Seinni tók útbúgving sum blómuprýðari í Danmark. Hon arbeiddi í nøkur ár í blómuhandlinum [...] fuglum og blómum. Hon er gift við Jóhan Mortensen, sum er sonur Miu, f. Olsen, og Axel Mortensen í Havn. Tey eiga børnini Jens Hera og Guðrun.
fara Faroe Agency og russiska konsulátið í Føroyum at lata jólapakkar umborð á útlendsk skip, ið koma í føroyska havn. - Komandi tíðina koma fleiri skip í havn, við sjófólki, ið eru langt heimanífrá. Eitt [...] Tí hevði verið gott, um fólk, høvdu hug, lata sjófólkinum pakkar, sigur Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum. Fyri sjófólk, ið eru langt heimanífrá, er hetta við at geva teimu jólagleði. Árni heitir tí [...] Faroe Agency og russiska konsulátið ynskja samstundis at takka øllum teimum, ið hava latið pakkar í ár og onnur ár, og ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýttár.
Bilurin, sum varð stolin í Havn í gjárkvøldið, er nú afturfunnin. Tað var beint fyri klokkan 22 í gjárkvøldið, at ein hvítur Citroen C1, stóð parkeraður uttan fyri eitt matstað í Havn ímeðan førarin var inni [...] inni eini ørindi. Men hann læt lyklarnar sita í, ella læt hann tær liggja soleiðis fyri, at teir vóru til at finna. Og táið førarin kom út um aftur, og skuldi í bilin, var hann horvin og síðani hava tey leitað [...] eina bót fyri ikki at hava tryggjað sær bilin, táið hann fór úr honum við at lata lyklarnar liggja í honum.
Tað var sera nógv fólk í býnum um vikuskiftið, og sambært vakthavandi á politistøðini í Havn vóru rættiliga nógv av fólkunum óvanliga full. Løgreglan hevði tí úr at gera, men tíbetur var talan fyri tað [...] síðani skulu tvey onnur fólk vera til arbeiðis at ansa eftir tí, sum er í detentiónini, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. [...] og at onkur hevur verið inni og tikið ímóti teimum. Hin møguleikin hjá okkum er at koyra fólk í detentiónina í Klaksvík at sova rúsin av sær, men tað vilja vit helst sleppa undan. Tí tað bindur nógv fólk
felagsskapinum, kom til Føroyar í sambandi við herferðina ímóti grindadrápi í summar. Tað er tríkiljan, Brigitte Bardot, sum fór úr Bremen í Týsklandi, sunnudagin, og legði at á Sundi í morgun. Les eisini: Fyrsta [...] hoyr Heðin Mortensen greiða frá, hví Sea Shepherd ikki sleppur at liggja í Havn, og hvørjar sømdir, tey annars kunnu vænta sær í Havn. [...] sleppa at leggja at inni í sjálvari Havnini, men tað sluppu tey ikki. Tey sleppa heldur ikki at skipa fyri mótmælistiltøkum hvar sum helst í havnini Annars skulu tey fáa góðar sømdir í Havnini, sigur borgarstjórin
fram. Ístaðin verður kappingin súkklað í døgunum 13.-15. august. Skráin sæst niðanfyri: Hósdagin 13. august: Landavegsúkkling. Startur og mál verður við Wenzel í Havn. Kappingin byrjar kl. 18.00. Teinurin [...] einkultstartur. Startur og mál verður við FK í Miðvági. Kappingin byrjar kl. 18.00. Leygardagin 15. august: Býarsúkkling. Startur og mál verður við Wenzel í Havn. Koyrt verður 45 minuttir pluss 2 umfør. Kappingin [...] Upprunaliga skuldu tær tríggjar kappingarnar, sum eru í FM í landavegssúkkling, verða hildnar um miðan september, men orsaka av, at fleiri av sterkastu súkklarunum eru farnir av landinum aftur til ta tíð
spæla á Tórsfestini, sum verður í gongutøtuni í Havn leygardagin 25. juli. Og nú er greitt, at eisini teir báðir rappararnir í Swangah fara at gera sítt til at seta lív í – og teir hava mangan víst, at [...] síðani fingið staðfest, at teir eru millum tað best umtókta, vit eiga í Føroyum. Nú verða teir so at hoyra á heimavølli, í gongugøtuni í Havn. Umframt Swangah fara eisini Pretty Maids, Basshunter, Týr, Byrta
spældir í effodeildini í morgin. Sunnudagin klokkan 15 siga Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge frá dystunum NSÍ-ÍF, sum verður spældur við Løkin í Runavík, og dystunum millum B36 og AB á ovara vølli í Gundadali [...] Gundadali í Havn. Fylgt verður við gongdini í dystinum millum Víking og B68, sum eisini byrjar klokkan 15. Klokkan 17.30 verður beinleiðis frásøgn frá dystinum millum HB og TB, sum eisini verður leiktur á [...] á ovara vølli í Gundadali í Havn. In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum. Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður verða lagdar út á in.fo aftaná dystarlok. Til ber hjá øllum at lurta