Bilurin á sjónum - eingin saknaður

Bilurin, sum hvarv úr Havn um vikuskiftið, er funnin aftur á botni við ytru bryggju í Miðvági.

 

Bilurin hjá Føroya Bjór, sum hvarv úr Havn um vikuskiftið og sum leitað hevur verið eftir, er í dag funnin á botni út fyri Ytru bryggju í Miðvági.

 

Tað var bjargingarbáturin Sverri, ið fann bilin, sum í kvøld er tikin upp aftur. Teir sendu kavarar niður av gera fast á bilin, sum ein alibáti síðan tók uppaftur.

 

Hóast bilurin lá á botni fleiri metrar úr landi, sigur løgreglan í kvøld, at tíbetur er eingin saknaður í samband við tjóvaríið í Havn og tilburðin í Miðvági.