Savna aftur í ár pakkar til útlendsk sjófólk

Eins og undanfarin ár, fara Faroe Agency og russiska konsulátið í Føroyum at lata jólapakkar umborð á útlendsk skip, ið koma í føroyska havn.

 

- Komandi tíðina koma fleiri skip í havn, við sjófólki, ið eru langt heimanífrá. Eitt nú russar, grønlendarar og onnur. Tí hevði verið gott, um fólk, høvdu hug, lata sjófólkinum pakkar, sigur Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum.

 

Fyri sjófólk, ið eru langt heimanífrá, er hetta við at geva teimu jólagleði. Árni heitir tí á eitt nú sjómannskvinnuringar og onnur um at hjálpa til, soleiðis at øll sjófólk kunnu fáa ein pakka. Tað er Faroe Agency, sum stendur fyri at taka ímóti pakkum.

 

Faroe Agency og russiska konsulátið ynskja samstundis at takka øllum teimum, ið hava latið pakkar í ár og onnur ár, og ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýttár.