Upprunaliga skuldu tær tríggjar kappingarnar, sum eru í FM í landavegssúkkling, verða hildnar um miðan september, men orsaka av, at fleiri av sterkastu súkklarunum eru farnir av landinum aftur til ta tíð, so verður kappingin flutt ein mánað fram. Ístaðin verður kappingin súkklað í døgunum 13.-15. august.
Skráin sæst niðanfyri:
Hósdagin 13. august: Landavegsúkkling. Startur og mál verður við Wenzel í Havn. Kappingin byrjar kl. 18.00. Teinurin er uml. 80 km.
Fríggjadagin 14. august: 30 km einkultstartur. Startur og mál verður við FK í Miðvági. Kappingin byrjar kl. 18.00.
Leygardagin 15. august: Býarsúkkling. Startur og mál verður við Wenzel í Havn. Koyrt verður 45 minuttir pluss 2 umfør. Kappingin byrjar kl. 16.00.
Eisini verður sagt, at unglingar, kvinnur og motionistar hava eisini møguleika at kappast um FM-heitið. Koyrt verður á somu teinum, men nakað styttri.