Jensina Bolstad 50 ár

Ólavsøkudag 29. juli fylti Jensina Bolstad í Havn 50.

Jensina er fødd og uppvaksin í Sandvík, dóttir Hildu, f. Kjærbo, og Jens Boltad. Hon lærdi til bankaassistent í Sjóvinnubankanum í Havn. Seinni tók útbúgving sum blómuprýðari í Danmark. Hon arbeiddi í nøkur ár í blómuhandlinum hjá Trónd Hansen á Áarvegnum. Seinnu árini hevur hon arbeitt sum stuðul hjá børnum við serligum tørvi. Jensina hevur sera stóran áhuga fyri fuglum og blómum. Hon er gift við Jóhan Mortensen, sum er sonur Miu, f. Olsen, og Axel Mortensen í Havn. Tey eiga børnini Jens Hera og Guðrun.