Løgreglan kring landið sigur frá einari sera friðarligari høgtíð. Bæði í Runavík og í Klaksvík sigur løgreglan, at onki hevur verið áfatt um halguna.
Í høvuðsstaðnum hevur somuleiðis verið sera friðarligt. Páskadag tók løgreglan tó ein sum koyrdi ávirkaður av rúsdrekka í R. C. Effersøesgøtu í Havn. Og ein annar bilførari varð eisini tikin fyri at koyra 125 km/t í Kollfjarðartunlinum.
? Annars hevur tað bert verið smáttaríir sum til dømis leysir hundar, um skíris- og páskahalguna, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.