Sea Shepherd skal fáa góðar sømdir í Havn

Men tey sleppa ikki at leggja skipini, ella skipa fyri mótmælistiltøkum, har tey vilja

- Sea Shepherd skal fáa allar tær tænastur, tey hava brúk fyri, nú tey eru komin til Havnar.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

Fyrsta skipið hjá felagsskapinum, kom til Føroyar í sambandi við herferðina ímóti grindadrápi í summar. Tað er tríkiljan, Brigitte Bardot, sum fór úr Bremen í Týsklandi, sunnudagin, og legði at á Sundi í morgun.

 

 

Les eisini: Fyrsta skipið hjá Sea Shepherd komið til Føroyar

 

 

Tey ætlaðu sær at sleppa at leggja at inni í sjálvari Havnini, men tað sluppu tey ikki. Tey sleppa heldur ikki at skipa fyri mótmælistiltøkum hvar sum helst í havnini

 

Annars skulu tey fáa góðar sømdir í Havnini, sigur borgarstjórin.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Heðin Mortensen greiða frá, hví Sea Shepherd ikki sleppur at liggja í Havn, og hvørjar sømdir, tey annars kunnu vænta sær í Havn.