Rás2 sigur frá trimum effodystum í dag

Sagt verður frá NSÍ-ÍF og B36-AB klokkan 15, og sagt verður frá HB-TB klokkan 17.15

Rás2 sigur frá trimum av teimum fýra dystunum, sum verða spældir í effodeildini í morgin. 

 

 

Sunnudagin klokkan 15 siga Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge frá dystunum NSÍ-ÍF, sum verður spældur við Løkin í Runavík, og dystunum millum B36 og AB á ovara vølli í Gundadali í Havn. Fylgt verður við gongdini í dystinum millum Víking og B68, sum eisini byrjar klokkan 15. Klokkan 17.30 verður beinleiðis frásøgn frá dystinum millum HB og TB, sum eisini verður leiktur á ovara vølli í Gundadali í Havn.

In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum. Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður verða lagdar út á in.fo aftaná dystarlok.

Til ber hjá øllum at lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.