Tað legst alla tíðina til við bólkum, sum skuldu spæla á Tórsfestini, sum verður í gongutøtuni í Havn leygardagin 25. juli.
Og nú er greitt, at eisini teir báðir rappararnir í Swangah fara at gera sítt til at seta lív í – og teir hava mangan víst, at tað duga teir.
Yvirhøvur hava teir fingið nógv rósandi orð við sær, heilt síðani teir tóku ungdómin við stormi við løgum sum Gentan er Farlig, Frá Bygd til Bý og øðrum løgum
Swangah hava eisini vunnið fleiri virðislønir, og hava langt síðani fingið staðfest, at teir eru millum tað best umtókta, vit eiga í Føroyum.
Nú verða teir so at hoyra á heimavølli, í gongugøtuni í Havn. Umframt Swangah fara eisini Pretty Maids, Basshunter, Týr, Byrta, Sakaris, Hjarnar, Frændur, SIC, Goresquad, Signar & John og onnur á pallin hetta kvøldið.