ALS-gjaldið lækkar 1. januar 2026

- Lækkingin í ALS gjaldinum er gjørd eftir tilmæli frá stýrinum fyri ALS, siga tey í umhvørvismálaráðnum í dag

Nú er kunngerðin um at lækka ALS-gjaldið lýst. Hetta merkir, at frá 1. januar 2026 fer gjaldið at vera 0,6 %, í mun til 0,8%, sum tað er nú.

 

Fyri løntakarar og arbeiðsgevarar merkir kunngerðin eina lækking á 0,2 prosentstig í gjaldinum til arbeiðsloysisskipanina.

 

Hetta er aðru ferð, at samgongan lækkar gjaldið til arbeiðsloysisskipanina. Fyrru ferð var 1. januar í 2024, tá gjaldið eisini lækkaði við 0,2 prosentstigum.

 

- Samlað sæð er lækkingin sostatt 0,4 prosent yvir tvey ár.

 

Ítøkiliga merkir hetta, siga tey í umhvørvismálaráðnum í dag, at ein familja við árligari inntøku á 600.000 krónur, framyvir fer at rinda 1.200 krónur minni til ALS, enn hon gjørdi í 2024 og 2025, og 2.400 kr. minni, enn hon gjørdi í 2023.

 

- Við hesum fara fólk og fyritøkur sostatt at hava meiri pening um hendurnar eftir 1. januar 2026.

 

Í umhvørvismálaráðnum verður lagt aftrat, at lækkingin í ALS gjaldinum er gjørd eftir tilmæli frá stýrinum fyri ALS.