Bilurin, sum varð stolin í Havn í gjárkvøldið, er nú afturfunnin. Tað var beint fyri klokkan 22 í gjárkvøldið, at ein hvítur Citroen C1, stóð parkeraður uttan fyri eitt matstað í Havn ímeðan førarin var inni eini ørindi. Men hann læt lyklarnar sita í, ella læt hann tær liggja soleiðis fyri, at teir vóru til at finna.
Og táið førarin kom út um aftur, og skuldi í bilin, var hann horvin og síðani hava tey leitað eftir honum. Og fyri eini løtu síðani varð boðað frá, at bilurin var afturfunnin uttarliga á Velbastaðvegnum, stutt frá Bilrøkt.
Løgreglan fer nú at kanna bilin at vita um tey finna ein farveg eftir tjóvunum. Men undir øllum umstøðum fær førarin eina bót fyri ikki at hava tryggjað sær bilin, táið hann fór úr honum við at lata lyklarnar liggja í honum.










