Sera nógv full folk í býnum

Hóast nógv rættiliga full fólk í býnum, so var vikuskiftið friðarligt hjá løgregluni.

Tað var sera nógv fólk í býnum um vikuskiftið, og sambært vakthavandi á politistøðini í Havn vóru rættiliga nógv av fólkunum óvanliga full. Løgreglan hevði tí úr at gera, men tíbetur var talan fyri tað mesta um at koyra full fólk heim.

 

-       - Vit hava koyrt sera nógv fólk til hús. Tíbetur hevur tað eydnast okkum at finna fram til, hvar fólk búgva, og at onkur hevur verið inni og tikið ímóti teimum. Hin møguleikin hjá okkum er at koyra fólk í detentiónina í Klaksvík at sova rúsin av sær, men tað vilja vit helst sleppa undan. Tí tað bindur nógv fólk hjá okkum. Eitt er, at tvey fólk skulu koyra viðkomandi norður, og síðani skulu tvey onnur fólk vera til arbeiðis at ansa eftir tí, sum er í detentiónini, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.