. Væl spurdist burturúr. Semja var um at seta meirilutan í fíggjarnevndini og rættarnevndini saman við løgmanni og landsstýrismanninum í tunnilsmálum at evna eina loysn til. Síðani skuldu andstøðan [...] í høvuðsstaðnum kemur at geva okkum eina stóra portión av bleytum politikki. Alt verður lættari og betri fyri fólk við skerdum førleika. Fyri tey ungu verður munandi lættari at nema sær útbúgving í Havnini [...] Havnini uttan at skula búseta seg har. Fyri ítrótt, mentan, samkomulív og frítíðarlív kemur skjóta farleiðin at hava kollveltandi broytingar við sær. Og fyri vinnulívið geva tunlarnir heilt nýggjar
verið líkt til, at Mikkjal Thomassen ætlaði at vinna øll stigini. Soleiðis tørnaði tað tó ikki út. Heimaliðið hevði alla tíðina verið væl upplagt og ágrýtið, og tí var einki forgjørt í, at tað fall 07 Vesturi [...] Fótbóltur At bólturin framvegis er rundur, og at einki er avgjørt fyrrenn alt er avgjørt og meiri av tí slagnum varð rudduliga undirstrikað, tá ið 07 Vestur í gjár setti trý stig inn á kontina, sum eftir [...] rómurin í 07 Vestur leguni var stórur. Hugburðurin hevði verið fínur, og tað hevði víst seg at loysa seg at vinna nærdystirnar og vera fyrstur á returbóltunum. Høgri vongverjin, Ragnar Niclasen, sá longu
verður, at á brunatrygdarøkinum er grundútbúgvingin hjá eitt nú verkfrøðingum longu ov gomul eftir trimum til fimm árum. Hugsast kann, nú neyðuga serútbúgvingin er útvegað, at ferð kemur á at menna føroyskar [...] sum hava broytt umstøðurnar hjá verkfrøðingum. Leingi hevur verið greitt, at tað er átroðkandi neyðugt at menna førleikan at loysa brunatekniskar spurningar. Arkiteknarnir og vinnan sóknast alsamt eftir [...] í landinum. Støðan hevur verið sera ónøktandi, tí neyðugt hevur verið at innflyta serfrøðina í brunatrygd. Men hmp consult valdi at gera nakað við ónøktandi støðuna og tveir starvsmenn hjá felagnum hava
nógv á, at teir saman við NSÍ og EB/Streymi mugu noyðast við at stríðast um bronsuna. Í so máta vann Víkingur sær fyrimun á víkingadegnum leygardagin, tá Sølvi Vatnhamar í evstu løtu syrgdi fyri, at hagtølini [...] Hóast tapið, so bendir nógv á, at KÍ veruliga fer at sprutta í seinnu kappingarhálvu. Við málinum og tí, sum skuldi verið upplegg til eitt afturat, prógvaði Todi Jónsson, at hann væl og virðiliga kann standa [...] eitt ordans slagsmál í dystinum um at halda seg omanfyri niðurflytingarstrikuna. Fær KÍ togað sær nøkur stig til høldar, so skulu ÍF, AB og kanska eisini B36 veruliga til at ansa sær. B36 eigur ein dyst til
tað vera so, at hetta einsemi í ein vissan mun hevur elvt til sjálvsálit og sjálvbjargni. Tí bæði sjálvsálit og sjálvbjargni eyðkendu Óluvu. Onkuntíð kundi tykjast, at hon heldur átti at verið ein harðbalin [...] hon játtaði at gera, varð gjørt. Altíð væl uppløgd og við einum smíli. Vit, ið enn eru í kirkjuráðnum í Vesturkirkjuni koma at sakna Óluvu ógvuliga nógv. Tað, ið varð lagt í hennara hendur at taka sær av [...] bar sjúku sína við einum ómetaligum stórum tolsemi, men eingin ivi mundi vera um, at hon til síðst væl visti, hvør ið fór at vera við yvirlutan, og sárur er saknurin, nú ið hon er farin. Óluva varð fødd og
eg, at vit koma at síggja nógv fleiri sprintarar komandi árini, tí tað við rennibreytini eru nógv betri møguleikar at gera meira burtur úr venjingini á styttru teinunum. Men yvirhøvur síggja vit, at nógv [...] upptøkukrøvunum, sum eru, at fólk í minsta lagi skulu klára 750 stig eftir IAAF-stigatalvuni. Onkur hevur verið nær við, men akkurát ikki klárað tað. Eg kann sum dømi nevna, at vit høvdu ein rennara, sum [...] eru tað Heri og Bjørk, men eisini kann tað verða spennandi at síggja, hvat Súsanna kann avrika, sigur Niels Jákup Jakobsen, sum staðfestir, at talan er um eitt sindur av einum ættarliðsskifti hesa ferð
grønlendsk suvenir. Eg skuldi keypa mær tvøst. men so kom eg at koyra við einari damu, sum segði, at tvøstið var líka seigt sum gummi. Tað er nú onki at siga til. Grønlandshvalurin kann blíva um 200 ára gamal [...] 12 mai at landa, og sama dag skal Ocean Tiger landa í Íslandi. Har eystanfyri er ógvuliga svingandi fiskarí, men síðsta vika hjá teimun var i lagi, 75 tons fóru niður. Men sum nú var, var onki at tosa um [...] kassanum. 6. mai Steffen C er komin til Manitsoq at landa vid fullari last. Natarnaq, sum kom mánakvøldið, skal sigla nú í morgun. Qaqqatsiaq legði at, so skjótt sum Nataarnaq hevði loyst. Teir hava gott
Føroyar eiga. - Út at dyrgja og burtur í haga, upp á Borgina! Góða, tað var ein stór gáva, sum tey øll elska teg fyri. Títt sinni var so stórt, at tríggir synir hjá systkjum tínum valdu at búgva hjá tær eina [...] útbúgvin fotografur. Eg minnist teg eisini fyri at hava nøkur góð og gevandi ár í Helsingør saman við manni tínum Debes. Sum tann einasta av okkum valdi tú at fara heim aftur til Føroyar, og fyrst í Fuglafirði [...] sum ein eingil kom á vitjan.« Góða – eg havi nógvar løtur, tá ið eg ynski, at tú vart her, um ikki annað so eina stund, at vera saman við tær í minnum. Eg eri har, sum Josva skrivar í kap. 10 vers 12:
so mikil, at tey strikaðu filmin. Men tá var hann longu farin um allan heim og goymdur í ymsum útgávum á YouTube, sum Google eigur. Skrivar tú teg inn her og váttar, at tú ert 18, so ber til at síggja henda [...] einoygdur og eindimensionalur vitnisburður frá eini bangnari sál, ið er um at missa trúnna á alt og sjálvan seg. Tó, ikki ber til at siga, at boðskapurin er grunnur. Tann ræðsla og angist, sum Wilders leggur fyri [...] Ørindini heita á hin rættrúgvandi, at breiða út trúnna og drepa fyri hond tað, sum mutar ímóti. Í so máta er hetta lítið annarleiðis enn Gamla Testament. Men hjá okkum siga vit, at hesin bíbilski partur hoyrir
kortini hava teir gulu somikið av kvaliteti, at tað skal eitt serstakliga gott lið til fyri at geva ein slíkan umgang. Spruttaðu viðhvørt Tað var tó ikki soleiðis, at vestmenningar vóru fullkomuliga hjálparsleysir [...] VÍF-StÍF 20-30 (11-16): Kanska er einasta loysnin at mansverja samfullar seks útispælarar hjá StÍF. Í øllum førum sýndu strandingarnir sunnudagin, at teir hava so nógv flestar streingir av øllum. Tí hóast [...] megnaðu teir als ikki at halda sama støðuga støði, sum gestirnir gjørdu. Breið hóttan Snøgt sagt, so var tað alla tíðina onkur spælari – og oftast fleiri – sum vóru til reiðar at taka ábyrgd á liðnum hjá