KÍ byggir upp av nýggjum

Aleksandar Djordjevic hevur, saman við Jákupi Mikkelsen, fingið álagt uppgávuna at vinna KÍ upp aftur á føroyska fótbóltstindin. Sambært Djordjevic, ætla klaksvíkingar at hetta verður gjørdi við egnum fólki. Tað sigur hann við Norðlýsið.

- Vit hava sæð fleiri føroysk fótbóltsfeløg, sum gera sær eitt gott lið við at útvega sær nakrar av teimum bestu leikarunum í landinum. Tað er eingin kunstur at fáa eitt sterkt lið á tann hátt. Avbjóðingin er hinvegin at skapa og byggja upp eitt væl virkandi lið, har leikararnir kenna sínar leiklutir á liðnum, sigur Aleksandar Djordjevic við Norðlýsið og leggur afturat.

- Hetta tekur sjálvandi tíð, men hetta er ómetaliga spennandi, tí vit hava nógvar góðar og spennandi leikarar millum teir ungu, og so hava vit eisini nakrar royndar mans, sum hava ein sera týðandi leiklut á hesum liðnum

 

Mynd: Norðlýsið