Fram hevði stórar trupuleikar við liði úr næstbestu deildini

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir fingu óvæntaða stóra mótstøðu í íslendsku steypakappingini

Mynd: RÚV

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram spældu í kvøld áttandapartsfinalu í íslendsku steypakappingini.

 

Dysturin var leiktur á útivølli móti Víkingi Reykjavík, ið spælir í næstbestu deildini. Fram sum er verandi steypavinnari var stórur favorittur undan dystinum. Men tað gjørdist ein drúgvur og tungur dystur hjá Dánjali og liðfeløgunum.

 

Fram vann dystin 41-39 aftaná tvær ferðir fimm minuttirs longda leiktíð. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 32-32, og aftaná fyrru longdu leiktíðina stóð á jøvnum 36-36. Í seinnu longdu leiktíðini eydnaðist tað Fram at knógva sigurin, og hava teir sostatt vunnið seg í fjórðingsfinalurnar.

 

Dánjal skoraði fimm mál fyri Víking í kvøld.

 

 

 

Mynd: RÚV