Mánakvøldið spældu Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali áttandapartsfinalu í íslendsku steypakappingini.
Dysturin var á útivølli móti Haukum, og talan gjørdist um ein sannan gysara.
Aftaná tvær ferðir fimm minuttirs longda leiktíð, og brotskastskapping dróg Valur styttra stráið. Allan og liðfelagarnir taptu áttandapartsfinaluna 38-39.
Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 30-30, og aftaná fyrru longdu leiktíðini stóð á jøvnum 33-33. Aftaná seinnu longdu leiktíðini stóð á jøvnum 35-35. Í brotskastskappingini átti Haukar lítla munin, ið sendir teir víðari til fjórðingsfinalurnar.
Allan skoraði seks mál fyri Val.