Tað endaði við 2-1 heimasigri, tá ið KÍ í dag hevði vitjan av AB. Í sætta umfari javnaði KÍ á Argjum í síðstu løtu til 1-1, og í dag var tað AB, sum síðstu minuttirnar stríddist fyri at javna. Tað eydnaðist ikki, og harvið hevur KÍ 23 stig, meðan AB hevur 11 stig.
Úrslitið ber við sær, at KÍ framvegis er ósigrað í ár, og at greipuvinnararnir úr Klaksvík framvegis ikki hava tapt í heimligu kappingunum, síðani Magnus Powell næstsíðsta vetur tók við venjarastarvinum hjá KÍ.
Tá ið dómarin bríkslaði fyri hálvleikssteðgi, var tað millum lítið og einki, sum bendi á, at talan eftir steðgin fór at vera um spenning. Máltalvan vísti 2-0, og heimaliðið var undan steðginum greitt omaná.
Aftur í dag var Deni Pavlovic, ið var kosin at vera dagsins maður á heimliðnum, undir liðini á liðformanninum Jákupi B. Andreasen á sentrala miðvøllinum, og tað vóru teir báðir, sum skoraðu málini í fyrra hálvleiki.
Stívliga tíggju minuttir undan steðginum sendi Deni Pavlovic av brotsteigarmarkinum og mitt fyri bóltin í málið. Tað var eftir horna úr høgru, at bólturin kom út frá, og tríggjar minuttir undan steðginum var tað Jákup B. Andreasen, sum úr stuttari fjarstøðu trýsti bóltin inn um strikuna. Tað var eftir hornaspark úr høgru og eftir at Árni Frederiksberg royndi seg við langskoti, at Filip Brattbakk úr stuttari fjarstøðu spældi Jákup B. Andreasen leysan. Hetta var aðru ferð í ár, at bæði Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen vóru málskjúttar í landskappingini.
Eftir steðgin var AB meiri ágangandi, og kanska var heimaliðið fyrstu løtuna ikki so ágangandi í álopspartinum, sum tað undan steðginum hevði verið.
Tað vóru støður og møguleikar í báðum endum, og 10 minuttir undan leikloki umsetti Bjarki C. Nielsen brotsspark til mál. Brotssparkið vann Ragnar Skála, sum saman við Bjarka C. Nielsen er ein av argjamonnunum, ið eru stuðlar á liðnum. Í dag var Bjarki C. Nielsen fyri 201. ferð í landskappingardysti í bestu deildini, og málið var nummar 45 í fremstu deildini, sambært FaroeSoccer
Sjey minuttir undan leikloki á vongverjin í vinstru hjá KÍ Jean Carlos De Brito gula kortið fyri aðru ferð. At AB síðstu løtuna spældi við 11 ímóti 10 bar við sær, at argjamenn løgdu uppaftur meiri fyri í álopspartinum. Tað eydnaðist ikki at skora, og tað komst eisini av, at heimaliðið ikki kendist at vera so strongt sum spælarar, ið ikki hava so nógvar royndir, kanska kundu havt verið.
Á norðoyastevnu fær KÍ leygardagin vitjan av EB/Streymi, og sama dag fær AB vitjan av toppliðnum NSÍ.











