Teldufrøðingur er størsti seyðabóndi í Oyndarfirði

- Áhugin fyri seyðinum er stórur, og var hann ikki tað, hevði hetta slett ikki borið til, tí arbeiðsdagarnir eru langir. Eftir arbeiðstíð á skúlanum eri eg hvønn dag í Oyndarfirði, har eg fóðri og geri ymiskt fyrifallandi, og eg eri sjáldan aftur við hús fyrr enn klokkan 21-21.30 um kvøldið, sigur Hans Kristian Abrahamsen, sum eigur meira enn helmingin av seyðinum í Oyndarfirði

 

Hans Kristian A. Abrahamsen, sum saman við Dianu Andreassen og trimum børnum býr á Oyri, er størsti seyðabóndi í Oyndarfirði. 

Samlaða áseyðatalið í trimum hagapørtum, harav tveir av hagunum eru einbýtishagar, er 380. 

Í triðja haganum, sum var hin fyrsti, ið Hans Kristian keypti, eru teir tveir, har hin bóndin er Dan Olsen. 

Vit fara at venda aftur til hagarnar seinni í hesi greinini. 

Oyndarfjørður ber tilsamans 32 merkur, harav Hans Kristian hevur 16,5 mørk. Tað merkir, at hann situr við meira enn helminginum av allari jørðini, sum hoyrir til bygdina.

Hans Kristian er uppvaksin í Fuglafirði, har foreldrini búðu. Pápin, Óli, flutti inn á stovn at búgva í summar, og mamman, Sólrun, doyði í februar í fjør.

- Abbi mín í faðirætt, sum eg eri uppkallaður eftir, Hans Kristian Alexandur Abrahamsen, var úr Oyndarfirði, men hann búði í Fuglafirðri, og eg eri hin einasti, sum beri júst sama navn sum hann.  

Abbin var dúkkari – ella kavari, sum tað kallast í dag. Hann átti 15 børn og 58 abbabørn. 

Hin gamli, sum vanliga varð róptur Alexandur, gjørdist ikki hin einasti í familjuni, sum fór at fáast við kaving.

Av synunum vóru tað serliga Símun Abrahamsen, sáli, men eisini Edmund Abrahamsen, sum fingust við kaving. 

So, sigast kann, at hetta at vera dúkkari og seinni kavari gekk eitt sindur í arv.

- Abbi mín var ikki bóndi. Hann hevði nakrar seyðir og var røktingarmaður í Góðadali í Fuglafirði. 

Hans Kristian vísir á, at ein vinmaður hjá honum eisini hevur seyð í Góðadali.

- Í Góðadali eru fleiri eigarar, og eg plagdi at hjálpa til har, eins og eg seinni í tíðini var røktingarmaður her í eini trý ár.  

Sum 4-5 ára gamal smádrongur sigur Hans Kristian seg hóma, at tey høvdu kúgv í kjallaranum í Fuglafirði, men her var bara tann eina kúgvin.

- Onkur tarvkálvur var eisini. Mjólkin undan kúnni var til húsbrúks, og kanska fekk onkur burturav, heldur hann fyri.

Nú hevur Hans Kristian sjálvur onkran kálv í Oyndarfirði aftrat seyðinum í teimum trimum hagapørtunum.

 

Soleiðis birtist áhugin

Men, hvussu birtist so áhugin hjá seyðabóndanum í Oyndarfirði, sum sleit sínar barnaskógvar í Fuglafirði, fyri seyði? 

- Eg eri føddur hin 18. mai í 1969, og tá eg fylti níggju ár í 1978, kom abbin og navnin í føðingardag hjá mær við einum pappíri í hondini. Á pappírslepanum stóð, at eg skuldi fáa lambið undan einari ávísari ær í føðingardagsgávu. 

Hans Kristian vísir á, at tá heystið kom, og lambið skuldi drepast, lovaði abbin honum, at hann skuldi fáa eitt annað lamb ístaðin.

- Tá dagurin kom, og eg skuldi fáa nýggja lambið, ringdi abbi mín til pápa og bað okkum koma heim. Nú skuldi eg sleppa at velja ímillum tvey lomb. Annað gekk í erva, og hitt gekk í neðra, segði abbin.

Sjálvandi visti smádrongurin einki um, hvat tað merkti, at annað gekk í erva – og hitt í neðra.

- Men, eg valdi lambið, sum gekk í erva, og væl varð valt, heldur Hans Kristian fyri.

Lambið, sum abbin læt hann fáa henda dagin, gjørdist ærin hjá smádreinginum í eini 7-8 ár.

- Lombini, sum ærin fekk hesi árini, vóru eisini míni, sigur hann brosandi.

 

Gjørdist sjálvur bóndi

Hans Kristian ásannar, at lambið, ið hann sum níggju ára gamal fekk frá abbanum, kveikti hansara áhuga fyri seyði og seyðahaldi. 

Men, tað skuldu ganga nógv ár, áðrenn hann kundi kalla seg bóndi.

- Tað byrjaði við einum lítlum festi í Oyndarfirði við 60 áseyðum í 2012, og síðan er áhugin fyri seyði og seyðahaldi bara vaksin, sum árini eru gingin.   

Hann vísir á, at tilgongdin at gerast bóndi byrjaði við, at oyndfirðingurin, Leo Joensen, sáli, í 2012 spurdi, um hann vildi keypa festið, sum hann hevði.

- Hetta festið er tað, vit rópa Knúkur, sum er á tilsamans fýra merkur. Av hesum eigi eg 2,5 merkur og 60 áseyðir av 96. Hin bóndin í haganum er, sum áður nevnt, Dan Olsen. 

Nøkur ár eftir, at hann hevði yvirtikið festið hjá Leo Joensen, kom Hans Kristian í 2019 í prát við Búnaðargrunnin, sum vildi hava hann at yvirtaka tveir aðrar hagar eisini, ávikavist Skoratind og Dalhaga.  

- Skoratindur er seks merkur og ber 140 áseyðir, og Dalhagi er átta merkur og ber 180 áseyðir. Báðir eru einbýtishagar, sum merkir, at her eru ikki aðrir eigarar.

 

Í ringum standi

Tað vísti seg skjótt, eftir at Hans Kristian Abrahamsen hevði yvirtikið hesi bæði seinnu festini, at seyðurin í hesum báðum hagunum var í sera ringum standi, og her vísti seg heldur ikki at vera nær til tann seyður, sum sagt hevði verið.

- Tá Búnaðarstovan kom norður higar í 2020 at telja upp, vísti tað seg, at áseyðatalið í haganum slett ikki svaraði til tað, sum sagt hevði verið. Her var knappliga helvtin av tí seyði sum tey hildu.  

Hans Kristian ásannar, at støðan í Skoratindi og Dalhaga var ring.

- Hetta sóu vit beinanvegin, tá vit fyrsta árið fóru á fjall. Ein stórur partur av seyðinum, sum var, var illa fyri, og hann var fullur í lús og ormi. Klæðini, sum vit vóru í, vóru eisini full í lús, tá fjalldagurin var lokin – ja, eg vil siga, at tað livdi hvør troyggja, sum hevði verið á rættini.  

Tað, sum sagt hevði verið, helt ikki, og hetta merki, sigur bóndin, at her vóru mett virðir, sum als ikki vóru til. 

Í hesi greinini skulu vit ikki viðgera kærur og metingar, sum gjørdar vórðu, sum tíðin gekk, men tað er eingin loyna, at Hans Kristian kennur tað, sum hendi í kjalarvørrinum av yvirtøkuni, sum forfylging.

- Hetta var ikki stuttligt, hvørki fyri meg ella mína familju, og tað er mín sannføring, at hetta heldur ikki var rættvíst, sigur hann.

 

Her var eingin vekt

Tað var einki galið við haganum hjá Leo Joensen, sum Hans Kristian yvirtók í 2012.

- Tað var eftir yvirtøkuna av hinum báðum hagunum í 2019, at tað verður galið, og fyrsta skurðfjallið vigaðu 69 prosent av lombunum úr 23 pundum og niðureftir.

Hann ásannar, at deyðsseyður lá og rakst um allan hagan.

- Øll vita, hvussu støðan var, og flestu í mínari støðu høvdu langt síðan havt kastað hetta frá sær aftur. Men, eg havi tikið hetta á meg, og eg skal hava hetta upp at koyra.

Hans Kristian sigur, at nú er meginparturin av seyðinum í einbýtishagunum skiftur út, og tað er bara onkur hendinga ær eftir av teimum gomlu.

- Tá eg yvirtók hesar báðar hagarnar, vigaði størsta lambið 30 pund. Nú liggur miðalvektin á lombunum millum 28 og 29 pund, so her er nógv hent hesi árini, ásannar hann.

 

Langir arbeiðsdagar

Tað, sum mong ikki vita, er, at Hans Kristian Abrahamsen er í fulltíðarstarvi sum datamatikari - ella teldufrøðingur - á Glasi, og aftrat hesum er hann so bóndi í Oyndarfirði.

- Áhugin fyri seyðinum er stórur, og var hann ikki tað, hevði hetta slett ikki borið til, tí arbeiðsdagarnir eru langir. Eftir arbeiðstíð á skúlanum eri eg hvønn dag í Oyndarfirði, har eg fóðri og geri ymiskt fyrifallandi, og eg eri sjáldan aftur við hús fyrr enn klokkan 21-21.30 um kvøldið.

Hans Kristian hevur tikið sína útbúgving sum bóndi á Búnaðarstøðini í Kollfjarðardali. 

- Frammanundan hevði eg hægri handilsskúla, og eg tók fyrst lítla skeiðið, sum ger, at tú kanst festa ein lítlan garð upp til 50 áseyðir, og veturin 2011/2012 tók eg stóra skeiðið.

Hans Kristian Abrahamsen og Diana Andreassen eiga trý børn, tveir dreingir, sum eru 16 og 25 ár og eina gentu, sum er 20.

- Eg havi góða hjálp í familjuni og millum vinir, og eg havi góð fjall-og flettingarfólk, og hetta kemur sera væl við - ikki minst, nú skurðurin skal takast, og lomb og annar seyður skal flettast.

Hann sigur, at synirnir eru óføra raksir, og á rættini er tað dóttirin, sum hevur “bókhaldið”, sigur hann brosandi.

- Heystið er ein sera hugnalig tíð, og hetta er háarstíðin hjá okkum, sum fáast við seyð, sigur seyðabóndin í Oyndarfirði.

Í Oyndarfirði hevur Hans Kristian hampiligar umstøður til fletting, og her er eisini góður hjallur.

- Her er vatn, og eg havi aggregat til el, sum riggar væl, leggur hann aftrat.

 

Eingin ferðavinna

Sum er, ger Hans Kristian einki við ferðavinnu, tí tíðin røkkur ikki til hetta.

- Nei, higartil hava vit ikki tjent eina einastu krónu upp á ferðavinnu, men tað ganga nógv fólk ígjøgnum hagan hjá mær, sum helst fáa okkurt burturúr, sigur Hans Kristian Abrahamsen, sum er seyðabóndin hesaferð.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##