Stórar broytingar hava verið og fara at verða í handilshúsinum Miðlon í Havn. SMS eigur Miðlon, og av stóru leigarunum har seinastu árini hava verið Bónus, bakaríið hjá Mylnuni, Rúsdrekkasøla Landsins og Norðoya Sparikassi, sum hevur verið í Miðlon, síðani húsið varð bygt.
Kommunulæknar hava seinastu árini hildið til á ovaru hæddini, men teir eru fluttir út, og í næstum flyta skrivastovur inn í tey hølini, umframt okkurt, sum hevur við fitness at gera, sigur Niels Mortensen.
Í hølini har Norðoya Sparikassi hevur hildið til flytur handilin Sheep, sum er í hølunum hjá Thomas Dam á Hálsi. SMS eigur meirilutan í tí handlinum, sum er lagdur saman við handilin Rumbul, sum er í SMS.
Enn er ikki greitt, hvør flytur inn í hølini, sum Rúsdrekkasøla Landsins hevur, men tað verður heldur ikki fyrr enn um eitt á, at Rúsan flytur út úr bygninginum, sigur Niels Mortensen.