Trump: - Hamas gongur við til týdningarmikil mál

- Eg haldi, at vit gera stór framstig í samráðingunum, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er enn einaferð bjartskygdur - hesaferð um friðarsamráðingarnar, sum eru í Miðeystri.

 

Í kvøld veit hann at siga, at "... Hamas gongur við til mál, sum eru sera týdningarmikil" í samrøðum um vápnahvíld og umbýti av fangum.

 

Norska kringvarpið sigur í kvøld, at óbeinleiðis samrøðurnar millum ísraelsk og palestinsk samráðingarfólk byrjaðu í dag og eru í Egyptalandi.

 

- Í samráðingunum luttaka umboð fyri Hamas, Ísrael, Katar og USA, veit NRK at siga.

 

Og Donald Trump er eftir øllum at døma bjartskygdur um gongdina higartil.

 

- Eg haldi, at vit gera stór framstig í samráðingunum, sigur hann í kvøld sambært norska kringvarpinum.