Viagra til kvinnur

Mestsum av tilvild hava týskir granskarar uppdagað eina tablett, ið gevur kvinnum hugin til sex aftur. Tablettin, sum nevnist flibanserin, var upprunaliga ætlað sum heilivágur til sjúklingar við tunglyndi. Harumframt hevur hon nú víst seg, at økja um sexhugin hjá kvinnum.

Granskarar eru nú farnir at royna tablettina av álvara, og um væl veit við, verður hon eitt nýtt slag av potenstablett, eins og Viagra.

Granskaranir varnaðust hjáárinið, tá teir fingu afturboðan frá kvinnum, ið høvdu tikið tablettina móti tunglyni. Tær boðaðu frá, at tær ikki vórðu glaðari - men græðari.

Tablettin stimbrar ein part í heilanum, sum hevur við kenslur og njótilsi at gera. Tablettin virkar tó ikki sama dag, sum hon er tikin, men upp til fleiri vikur aftaná.

Roknað verður við, at tablettin fæst í sølubúðunum í USA í 2009.

Kelda: www.politiken.dk