Mentanarhúsið nýggjan leiðara

18. mai tekur Sámal Torstein Olsen við sum nýggjur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Tað verður 30 ára gamli Sámal Torstein Olsen, sum framyvir skal standa fyri dagligu leiðsluni av Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Seinastu trý árini hevur Sámal Torstein Olsen starvast í Norðurlandahúsinum, og tekur hann við nýggja starvinum 18. Mai.

Ein av fremstu uppgávunum hjá leiðaranum verður at menna og útbyggja tænasturnar í húsinum. Eisini uppgávur sum skipan og samskipan av tiltøkum fara at standa frammalaga.

Sámal Torstein Olsen fer eisini at taka sær av samskiftinum hjá Mentanarhúsinum úteftir og at røkja og menna heimasíðuna og ymsar samskiftisprofilar.

Mentanarhúsið í Fuglafirði hevur seinasta árið stremba eftir at skapa karmar fyri einum fjølbroyttum úrvali av mentanarligum tiltøkum, bæði vinnuligum, almennum og privatum. Tí varð søkt eftir dagligum leiðara til húsið.

Almenn móttøka fyri nýggja leiðaranum verður leygardagin 23. mai kl. 14.00.

.