Festivalradio byrjar í dag

Um vikuskiftið verða ikki færri enn tveir festivalar í høvuðsstaðnum, og byrjar Rás2 tí í kvøld at senda festivalradio, og varpa ljós á tað sum fer at henda um vikuskiftið. Asfalt festivalurin er so smátt byrjaður, men fer av álvara í gongd í annaðkvøld, tá ið ymiskir tónleikarar fara at undirhald áskoðarunum í Vágsbotni. Og leygardagin verður eisini ein festivalurin fyri tey smærri. Talan er nevniliga um tann vælumtókta Barnafestivalin, sum leygardagin letur upp í Grasagarði.

 

Í hesum sambandi fer Rás2 at senda beinleiðis festivalradio í tríggjar dagar, og byrjað verður í kvøld kl. 21.00 ? 23.00. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið sendir Rás2 beinleiðis frá Vágsbotni frá kl. 19.00 ?00.00.

Meira fæst at vita um teir báðar festivalarnar í kvøld, tá ið Rás2 varpar ljós á tiltøkini.

Vertir verða Barbara Holm og Mirjam P