Valur tapti fjórðu meistaraskapsfinaluna aftaná stórt drama

Tað mátti tvær ferðir longd leiktíð til á Hafnarfirði

Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali vóru partur av einum sera dramatiskum og minniligum hondbóltsdysti í kvøld. 

 

Fjórða meistaraskapsfinalan móti FH var leikt í høllini í Kaplakrika á Hafnarfirði. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 29-29. FH hevði verið á odda allan dystin, men Valur kom afturíaftur. Í fyrru longdu leiktíðini javnaði Allan til 34-34 stutt áðrenn tíðin var farin, og bjargaði Vali eina ferð longda leiktíð aftrat.

 

Í seinnu longdu leiktíðini eydnaðist tað FH at vera omaná, og vinna dystin 37-36. Tá 90 sekund vóru eftir av seinnu longdu leiktíðini fekk Allan eina tveir minuttirs útvísing, ið hann als ikki var samdur í. Tá 11 sekund vóru eftir fekk Valur brotskast, men Daníel Freyr Andrésson í FH-málinum bjargaði royndini hjá Daniel Montoro. Tí stendur á jøvnum 2-2 í meistaraskapsuppgerðini.

 

Bjarni skoraði sjey mál í kvøld, og hann legði upp til trý mál (assist). Bjarni var næstbesti málskjúttin hjá Vali. Arnór Snær Óskarsson skoraði heili 15 mál fyri Val í kvøld. Allan skoraði tvey mál.

 

Íslendsku miðlarnir skriva, at talan er um ein hin besta hondbóltsdystin nakrantíð. Júst nú er tað helst soltin uggi hjá Bjarna, Allani og liðfeløgum teirra. 

 

Kassameistarin hjá Vali kann fegnast um ikki annað. Valur fær fimtu og avgerandi meistaraskapsfinaluna á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.

 

Fimta finalan verður leikt hósdagin klokkan 17.