B36 og KÍ hittast leygardagin

Av tí at KÍ eigur fyrru hálvfinaluna í steypakappingini annan mikudag er landskappingardysturin ímóti B36 fluttur fram til leygardagin

Skipanin sigur, at B36 og KÍ fara at spæla landskappingardyst sunnudagin í Gundadali.

 

Nú er hetta broytt. Dysturin er framfluttur til leygardagin klokkan 17. Tað kemst av, at KÍ mikukvøldið í næstu viku fer at spæla fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Tað verður ímóti NSÍ á heimavølli.

 

Talan er um toppdyst, tí B36 er oddalið við 18 stigum, og KÍ er á triðja plássi við 16 stigum.

 

Hin hálvfinalan í næstu viku verður hóskvøldið, tá ið HB fær vitjan av Víkingi. Fríggjakvøldið klokkan 18.30 fara NSÍ og HB at spæla landskappingardyst í Runavík, og sunnudagin fara EB/Streymur og Víkingur at spæla landskappingardyst við Margáir.