Tuberkla-skip til Suðurgrønlands

Lungnasjúkan tuberklar, sum er so at siga bast í Vesturevropa, er nógv útbreidd í Grønlandi. Í septembur fer eitt ?tuberklaskip? á sjúkraferð í trimum kommunum í Grønlandi, fyri at taka røntgenmyndir av íbúgvunum.

Skipið fer í komandi mánaða at vitja allar bygdirnar í teimum trimum kommununum - Nanortalik, Qaqortoq og Narsaq, har allir íbúgvarnir fáa tilboðið, at verða kannað fyri tuberklar.

Íbúgvarnir í teimum trimum býunum skulu tó ikki kannast umborð á skipinum, men á sjúkrahúsunum, sum har eru. Í Qaqortoq eru kanningarnar longu gjørdar, í Nonortalik og Narsaq verða kanningarnar fyrsta dagin.

Røntgenmyndirnar, sum verða tiknar umborð á skipinum, veða sendar til Dronning Ingrids Hospital í Nuuk, har myndirnar verða eftirhugdar.

Grønlendingar hava sett 15 milliónir av, fyri at fáa bast tuberklunum.

Øll børn í skúlaaldri skulu kannast fyri tuberklar tey komandi fýra árini, skrivar KNR.