Eitt smáflogfar, sum fór úr Goose Bay í Kanada mikudagin, noyddist tríggjar tímar seinni at trygdarlenda í grønlenska høvuðsstaðnum, Nuuk.
Sagt verður, at orsøkin til trygdarlendingina var, at trýstið í kabinuni á flogfarinum fall.
Grønlands Politi sigur við Sermitsiaq, at eingin í flogfarinum fekk skaða undir lendingini.
Seint mikudagin, tá flogfarið skuldi lenda, var bæði løgregla, sløkkiið og sjúkrabilar í floghavnini í Nuuk - til reiðar, um okkurt skuldi gingið illa.
- Hetta snýr seg um eitt flogfar, sum er trygdarlent í Nuuk, og tá soleiðis er, er neyðugt at aktivera alt átaksvirksemi, sum er knýtt at hesum.
Tað segði samskiftisfólkið hjá Greenland Airport, Stine Buur Hvistendahl, við Sermitsiaq eftir at smáflogfarið hevði trygdarlent í øllum góðum.
- Nú skal flogfarið kannast, áðrenn tað fer avstað aftur, legði samskiftisfólkið aftrat.











