Í stóru grindini, sum legði beinini í Sandágerði í gjár, er so mikið nógv grind, at fólk í øðrum kommunum eisini fáa burturav.
Ein av bygdunum, sum fær burtutav grindini, er Vestmanna.
- 20 hvalir koma til Vestmanna og øll eru vælkomin at skera upp, siga tey á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í dag.
Og her verður lagt aftrat:
- Heitt verður eisini á óroynd at koma oman á keiina at hjálpa til, tí her verða fólk, sum geva frálæru og vegleiða í at skera upp.
Lagt verður aftrat, t byrjað verður at skera upp í Vestmanna umleið klokkan 13 í dag.











